BMW 520i: Framkomin elegantur luksusbilur

Tað er ikki á hvørjum degi at BMW skifta modell. Forgangarin til hendan nýggja BMW-5 kom á marknaðin í 1995. Vit royndarkoyrdu ein nýggjan BMW 520, sum er ein elegantur luksusbilur

Tað er nú nakað síðan fyrstu myndirnar av nýggja BMW-5 vóru at síggja í motorbløðunum. Bilurin hevur heilt annarleiðis design enn forgangarin, sum annars er ein sera snøggur bilur. At síggja ein bil á myndum og í veruleikanum er ikki heilt tað sama. Nýggi BMW-5 tekur seg væl út bæði uttan og innan. Bilurin er vaksin allar vegir. Tað at aksilfrástøðan er vaksin við 6,2 cm ger, at meira pláss er til tey ferðandi á baksterinum, eisini er viðførisrúmið vaksið frá 460 til 520 litrar. Við at brúka tilfar úr aluminium er bilurin nakað lættari enn forgangarin.
BMW-5 er fyrsti bilur í heiminum við aktivari stýring við variablari útveksling, ið er treytað av ferðini, hendan skipan gevur bilinum meira beinleiðis stýring. Skipanin lættir eisini um við parkering, tá skal rattið einans snarast tvær ferðir úr borði í borð, í staðin fyri tríggjar og eina hálva ferð, um bilurin ikki hevði hesa skipan.

iDrive skipan

BMW-5 hevur eisini iDrive skipanina, sum er kend frá tí størra BMW-7, men hendan skipanin er nógv einfaldari og lættari at brúka. Høvuðskráirnar á iDrive skipanini eru: klima, kommunikatión, navigatión og entertainment.
Í fyrstu atløgu fæst BMW-5 sum 520i, 530i og 530d, seinni koma aðrar útgávur sum t.d. 525i, 545i og M5 við V10 motori og 500hk.
Umframt airbag framman, í síðunum, til høvdið og gardinairbag, hevur BMW 520i nógvar innbygdar trygdarskipanir. Standardútgerðin er eisini sera umfatandi, samstundis sum bilurin fæst við hópin av eykaútgerð sum t.d. navigatiónsskipan við 6,5" litskermi, Park Distance Control (PDC) framman og aftan, Xenon-forlyktir, einum sera framkomnum klimaanleggi, leðurinntrekk og Head-up-display í forrútinum. 6-trins girkassin er standard.
BMW 520i er ein bilur, sum heilt víst kemur at gera seg galdandi millum kappingarneytarnar í sínum klassa, bæði hvat útsjónd, komforti og koyrieginleikum viðvíkur.



BMW 520i

Motorurin2,2 litur 6 syl bensin við 170 hk

0-100 km/t 9,0 sek.

Bensinnýtsla11,1 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd225/55-16 (standard)

Stødd og vekt
Longd484,1 cm
Breidd184,6 cm
Hædd146,8 cm
Eginvekt1560 kg
Viðførisrúm520 litrar

Prísurkr. 477.600,-

SøluumboðBilfríðkan
Smiðjugerði
FO-100 Tórshavn
Tel. 317300
www.bilfridkan.fo