Blundaði undir dýnuni

Símun Samuelsen var sera fegin um avrikið hjá liðfeløgunum leygardagin. Sjálvur lág hann tá sjúkur í seingini, og seinastu minuttirnar tordi hann mest sum ikki at hyggja

Fótbóltur

Jákup Mørk

jakup@sosialurin.fo

 

Kaunas, Litava: Meðan liðfelagarnir stríddu seg til eitt stig í dystinum móti Eysturríki, var Símun Samuelsen eftir á Hotel Føroyum.

Bruni gjørdi um seg í hálsinum, og tí var ikki hugsingur hjá Símuni um at vera partur av hópinum, men hann ásannaði mánadagin, at hann var ovurfegin um úrslitið.

- Hatta var fantastiska stuttligt at hyggja eftir, men samstundis var tað óhugnaliga spennandi. Eg lág jú einsamallur á Hotel Føroyum, og eg haldi, at seinastu 10 minuttirnar lág eg bara undir dýnuni.

Mánadagin var Símun tó við í landsliðsferðalagnum, og hann sigur seg vilja stríðast fyri at endurvinna plássið.

- Eg mundi taka eini tvær penicilin-tablettir eyka, tá hatta úrslitið kom heim. Nú gongur í øllum førum betur, og so má eg bara stríðast fyri mínum plássi. Hatta úrslitið staðfestir í øllum førum, at eingin kemur inn á liðið uttan víðari, og soleiðis skal tað eisini vera, sigur Símun Samuelsen.