Blues sum tað eigur at vera

Crawling Blue hevur tann 28. mars útgávukonsert við fløguni The Well. Talan er um blues, sum tað eigur at vera Í Sosialinum í dag hava vit samrøðu við limirnar í Crawling Blue, sum 28. mars geva út fløguna The Well.

Tað er langt síðan at tilfarið til fløguna var til reiðar. Men tað seinasta árið er brúkt til at finna rætta ljóðið, og í tí arbeiðnum hava ikki færri enn fýra ljóðmenn roynt seg. Til síðst endaði fløgan á borðinum hjá Óla Poulsen, sum skuldi vísa seg at vera bjargingarmaðurin.

- Tað ljóðar pissifeitt. Tað ljóðar av Crawling Blue og Óla Poulsen, sigur Uni R. Debess, sangari í Crawling Blue.

Crawling Blue hevur ikki spælt eina konsert síðan í august í fjør. Tí eru limirnir svangir eftir at sleppa spæla aftur, og verður tað á eini stórari konsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 28. mars.

- Tað verður blues, bæði sum tað eigur vera og nýggjari blues tónleikur, sigur Eyðun Johannesen, bassleikari og yngsti limurin í bólkinum.

Les meir um Crawling Blue í Sosialinum í dag.