Komandi leygarkvøld 3. august verður útgávukonsert við The Absent Silver King í Sjónleikarhúsinum í sambandi við, at bólkurin gevur út LP plátu og fløgu. The Absent Silver King spæla smbrt. Facebook síðu teirra "old school blues, heroin jazz, og massar av noise rock við einum ferðili av spiritualiteti".
Við í bólkinum eru Bogi á Lakjuni, Per I. Højgaard Petersen, Karl Andrias Stórá, Jón McGavin, Trygvi Danielsen og Mattias Kapnas.
The Absent Silver King hevur verið rættiliga virkin í síni hálvt ára langu livitíð. Umframt at at taka upp plátu, vann bólkurin Sement 2013, framførdi á G!, spældi nógvar konsertir, og nú er tað so fyrsta útgávan og útgávukonsertin, sum er á skránni.
Útgávan er upptikin live uppá bert tveir dagar í Studio Bloch við Benjamin Petersen sum ljóðmeistara. Heft at útgávuni er eitt stuttsøgu- og yrkingasavn hjá forsangaranum, Trygva Danielsen, sum seinasta árið hevur verið at lisið í Vencil og Varðanum. Diskurin við tónleikinum verður at finna aftast í bókini, sum fæst fyri seg ella fyri serprís saman við vinylplátuni.
Dyrnar í Sjónleikarhúsinum lata upp kl. 22., og tá verður høvi til hugna, áðrenn konsertin fer í gongd kl. 23. Tað er avmarkað atgongd, og atgongumerkini fáast við dyrnar.
Myndin omanfyri er frá G! festivalinum og varð tikin á konsertini hjá The Absent Silver King á G!
Her er fyrsta staklagið av fløguni "Cold Hands":