Stutt aftan á døgurða í gjár, varð løgreglan í Havn boðsend at koma í SMS, har ein blottari hevði víst fyri sær.
Ein 11 ára gomul genta, sum var í SMS saman við pápa sínum, var farin á toilettið, og tá hon kom út aftur, stóð ein maður og vísti seg beran fyri henni.
Løgreglan varð boðsend, og pápin fór við gentuni at leita eftir manninum. Tá løgreglan kom á staðið, sá gentan mannin fara upp í eini hýruvogn, og so vóru løgreglumenninir skjótir í vendingini og fingu fatur á manninum.
? Tað er møguligt, at maðurin hevur víst seg beran fyri øðrum fólki í SMS í gjár, og um nakar hevur verið úti fyri líknandi hending, kann viðkomandi venda sær til okkum, sigur Bergleif Brimvík, kriminaltkommiserur.
Kenningur hjá løgregluni
Maðurin, sum varð tikin, er 41 ára gamal, og løgreglan kennir hann í sambandi við líknandi mál áður.
? Vit kundu handtaka hendan mannin, tí vit fingu boðini beinan vegin. Koma boðini ikki beinan vegin, so kann tað vera trupult at finna lógbrótaran, sigur Bergleif Brimvík.
41 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri brot á revsilógina, og løgreglan fer í næstum at skriva eitt ákærurit. Revsirammman í slíkum málum er alt frá eini bót og upp í fýra ára fongsulsrevsing.