Bloomberg skrivar bók

Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, hevur ikki meiri at gera enn so í sínum starvi, at hann hevur eisini tíð til at skriva bøkur. Fyri ellivu árum síðani gav hann út ævisøgu sína, sum hann nevndi "Bloomberg by Bloomberg", og nú er onnur bók hansara á veg. Hon kemur seinni í ár og hevur fingið tað heldur langa heitið "Do The Hard Things Firts (And Other Bloomberg Rules for Business and Politics)". Michael Bloomberg nýtist ikki at stúra so nógv fyri, um útgávan ber seg fíggjarliga, tí mett verður, at hann eigur góðar 11 milliardir dollarar. Tað mesta er í tíðindatænastuni Bloomberg, sum hann eigur 68 prosent av. Hann hevur annars sagt, at sølupeningurin fyrio bókina fer til teirra, sum mistu í atsóknini 11. septembur í 2001.