Bloodgroup og Fjallabræður á G! 2009

G! avdúkar nýggj nøvn alla vikuna, og millum bólkarnir, ið vóru kunngjørdir í dag eru Bloodgroup og Fjallabræður. Á heysti í 2007 gav Bloodgroup út debutfløguna, Sticky Situation, sum av

fleiri ummælarum bleiv bólkað millum bestu útgávurnar tað árið

 

Bloddgroup hava seinasta árið framført á einum endaleysum lista av

festivalum kring heimin, millum annað Roskilde í Danmark, Popkomm í Týsklandi,

Eurosonic í Hollandi, By:Larm í Noregi, Great Escape í Bretlandi,

Iceland Airwaves í Íslandi, og nú í vár gongur leiðin SXSW í Texas USA, og í summar framførur bókurin til ársins G! Festival.

 

Bloodgroup byrjaði á einum køldum vetrardegi í Íslandi í 2006, tá

systkinini Halez (synth), Lilja (vokal) og Raggi (synth, trummur) settu

seg saman við føroyska Janus (vokal, synth, elektro trummur) at skriva

elektroniskan popp. Eftir nakrar mánaðir við sangskriving og venjing,

framførdu tey eitt fangandi og orkuríkt show á Iceland Airwaves og vórðu

við eitt hátíðarhildin sum eitt hitt mest spennandi nýggja navnið í

Íslandi. Seinni fingu tey tveir limir afturat, DJ Benni B-Ruff

(plátuspælarar, elektro trummur) og Styrmir (sampling), sum hava givið

enn meira av sprutli til yvirkókandi grýtuna.

 

Fjallabræður á G!

 

Fjallabræður merkir á føroyskum Fjallabrøður.

Fjallabrøður er eitt rock-kór mannað við fjallalendingum av vesturfirðunum, mest bygdini Flateyri í Íslandi.

 

Fyriskipararnir av G! 2009 siga, at meira verður at frætta um Fjallabræður seinni.