Blondinur eru stríðskvinnur

Tað staðfesta serfrøðingar á University of California. Blondinur eru meiri aggresivar og treiskar um at fáa sín vilja enn aðrar kvinnur. Kanningin vísti, at ljóshærdar kvinnur ofta verða betri viðfarnar, og at tær eru treiskari, tá tað kemur til at vinna sína søk.

Aaron Sell, kanningarleiðari, sigur, at jú meiri virðismettur ein persónur er, jú størri er kjansurin fyri, at persónurin nýtir aggresivitet til at koma fram á ávísa málið.