Á Facebook-síðuni hjá Blómuhandlinum Orkis í Saltangará boða Turið í Kongsbø og Mildrið Eivindsdóttir frá, at blómuhandilin nú hevur fingið nýggjar eigarar.
- Vit hava valt at selja partabrøvini í Sp/f Orkis til Beintu Vilmundsdóttir og Fróða Poulsen. Beinta hevur lært til blómubindara í Orkis við Turið sum lærumeistara.
Tær báðar leggja aftrat, at Orkis fer at halda fram á sama hátt, og nú verður tað Beinta Vilmundsdóttir, sum fer at seta sín dám á handilin.
- Vit ynskja Beintu og Fróða hjartaliga tillukku við handlinum og ynskja teimum blíðan byr, siga møðgurnar, Turið í Kongsbø og Mildrið Eivindsdóttir.
Samstundis takka tær av hjarta mongu viðskiftafólkunum, heilsølum, starvsfólki, hjálparfólki - ja, øllum, sum hava samstarvað við Orkis, fyri gott samstarv hesi sjey árini, tær hava verið eigarar av Orkis.
- Vit ynskja øllum tað besta, leggja fyrrverandi eigararnir aftrat.