Blomstrini hóra undan

Nú eru tey fyrstu blomstrini so smátt farin at spíra. Hóast kavin legst aftaná, at teir fyrstu spírarnir hava kagað fram, so hóra blomstrini vanliga undan, tí tey eru so harðfør, sigur urtagarðsmaður hjá Hjálpirót

 

Tey fyrstu blomstrini eru farin at spíra og stuttligt er at síggja vakra litin í tí annars heldur karga umhvørvinum.

Tað er kanska eitt sindur óheppið, at hann brennir á við kava, beint eftir at fyrstu blomstrini hava víst seg undan moldini. Men Torben Schneider, cand.cort., ið arbeiðir sum urtagarðsmaður í felagnum Hjálpirót, sigur, at eingin vandi er á ferð, bert um kavin ikki legst so tjúkkur.

? Tey flestu føroysku blomstrini eru harðfør og reisa seg aftur, tá kavin bránar burtur. Tey hava lagað seg eftir føroyska veðurlagnum. Tí er eingin orsøk til at vera bangin fyri, at blomstrini blóma ov tíðliga á árinum, sigur Torben.

Kavin órógvar annars teirra arbeiði nógv og ikki fæst nógv av skafti, meðan kavin liggur.

Torben sigur seg hava lagt til merkis, at stórur munur er á, nær tey fyrstu blomstrini spíra niðri í býnum og á búðplássum, ið liggja hægri uppi.

? Eg búgvi uppi í Hoyvík, og blomstrini spíra nógv seinni her enn niðri í býnum, har tey fyrstu longu spíra. Orsøkin er tann einfalda, at tað er kaldari longri uppi, og vindurin er meira bítandi, sigur Torben.

Torben sigur, at hann sum urtagarðsmaður leggur merki til, at fólk eru farin at vakna aftur úr dvalanum. So skjótt ein sólskinsdagur var, so gløddi telefonin hjá teimum, tí fólk aftur eru farin at hugsa um urtagarðin.

? So skjótt okkurt vísir seg í urtagarðinum, so fáa fólk hugin til tað arbeiðið aftur, sigur Torben.