Blokkurin skal lækkast 400.000 krónur

Fólkaflokkurin er ikki samdur við Jóannes Eidesgaard um, hvussu stór danska ríkisveitingintil Føroyar skal vera næsta ár. Tað staðfestir Anfinn Kallsberg, fólkafloksmaður og formaður í fíggjarnevndini í Løgtinginum.

Í dag hevur Løgtingið viðgjørt uppskotið hjá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni, um at næsta ár skal danska ríkisveitingin úr Danmark verða tann sama sum í ár, nevniliga 615,5 milliónir.

Annars stendur í ABC samgonguskjalinum, at ríkisveitingin skal lækkast 15% av veruliga av inntøkuvøkstrinum seinastu 5 árini.

Samgongan hevur roknað út, at skal samgonguskjalið haldast, skal blokkurin sostatt minka 400.000 krónur næsta ár, úr 615,5 milliónum, niður í 615,1 milliónir.

Landsstýrið metir kortini at henda lækking er ov lítil, tí verður ríkisveitingin ikki lækkað í 2011, sigur Jóannes Eidesaard.

Men hesum er Fólkaflokkurin ikki samdur í, tí Anfinn Kallsberg staðfestir, at flokkurin stendur við avtalurnar í samgonguni og ætlar at halda tær.

Sjálvt um talið er lítið, er signalvirðið stórt, halda fólkafloksfólk.

Fólkafloksmenn skutu eisini eftir Sambandsflokkinum og takkaði teimum fyri, at teu vildu vera við til at lækka blokkin úr Danmark.