??Tað vísti, at møguligt er at viðgera spurningin um at strika verandi fastfrysting av ríkisveitingini. Fastfrystingin hevur verið galdandi síðani 2001 og kostar samfelagnum uml. 110 mió. kr. árliga.? ?Fastfrystingin merkir, at ríkisveitingin er ein føst upphædd ár undan ári. Meðan alt annað í samfelagnum náttúrliga hækkar í prísi, stendur virðið á ríkisveitingini í stað. Soleiðis gerst veitingin í veruleikanum støðugt minni verd.? ?Ríkisveitingin er eitt týðandi íkast til føroyska búskapin og er 615,5 mió. kr. árliga sambært avtalu millum Landsstýrið og stjórnina.? ?Tá hugsað verður um vánaligu búskaparstøðuna í Føroyum, er tíðin komin til at strika fastfrystingina av ríkisveitingini. Búskaparliga sæð er fastfrystingin sera óklók. Hetta førdi undirritaði fram í endaorðaskiftinum mikudagin.? ?Í svari sínum staðfesti forsætisráðharrin, at fastlæsingin er gjørd eftir ynski úr Føroyum.? ?- Kemur ein nýggj støða, ella eitt nýtt ynski kemur úr Føroyum, eru vit sjálvandi sinnað at taka málið upp til nýggja viðgerð, segði Lars Løkke Rasmussen.? ?Sostatt ber væl til at taka fastfrystingina av ríkisveitingini upp av nýggjum, um Landsstýrið setur fram eitt tílíkt ynski.? ?Í løtuni arbeiðir Landsstýrið við einum kreppupakka, sum ber í sær stórar sparingar á mongum økjum í Føroyum. M.a. skal sparast innan eina røð av vælferðartænastum. Mítt uppskot er, at Landsstýrið – sum part av kreppupakkanum – heitir á stjórnina um at strika fastlæsingina av ríkisveitingini. Hetta gevur helst góðar 100 mió. kr. árliga í inntøku!? ?Samfelag okkara hevur í hesum tíðum brúk fyri hvørjari krónu, ið útvegast kann. ? ?Landsstýrið eigur ikki at spara hjá teimum veikastu í samfelagnum og samstundis tveita stórar milliónauppaftur burtur orsakað av Misskiltari Nationalismu.?