Blokkurin hóttir vælferðina

Eftir uppskoti frá Landsstýrinum hevur Løgtingið samtykt at fremja nakrar yvirtøkur sambært heimastýrislógini. Tann størsta yvirtøkan, sum fær gildi 1. januar komandi, er skúlaverkið.

 

Kostnaðurin av teimum yvirtøkum, sum verða framdar frá og við komandi ári, er stívliga 350 mió.kr. Hetta hevur við sær, at blokkstuðulin úr ríkiskassanum minkar samsvarandi.

Fleiri hava ført fram, at tað er ein vanlukka fyri føroyska samfelagið, at blokkurin minkar. Hetta fer at renna vælferðarsamfelagið um koll, verður sagt.

Hetta er ikki rætt. Fremsta treytin fyri einum vælferðarsamfelagi er trygd. Ikki einans trygg verja móti hernaðarligum álopum, men uppaftur meira trygg búskaparlig viðurskifti.

Okkara samfelag hevur ein eintáttaðan búskap. Fiskivinnan er næstan tað einasta, vit byggja okkara vinnu á. Ein ávísur ótryggleiki ger seg tí meira galdandi hjá okkum enn í samfeløgum við meira fjøltáttaðum búskapi.

Men oman á hesa óvissuna kemur tann ótrygd, sum blokkstuðulin hevur við sær í "góðum tíðum" (tað eru tíðir, tá fiskiskapurin er góður og marknaðarprísurin høgur). Tí treytin fyri, at vit framhaldandi kunna fáa blokkstuðul er, at vit føroyingar kunna prógva, at vit hava brúk fyri honum. Og fyri at prógva tað er neyðugt at tøma landskassan eina ferð um árið.

Er yvirskot í landskassanum ár um ár, td. einar 500 mió.kr, fer danska stjórnin sjálvandi at gera vart við, at vit hava ikki brúk fyri stuðlinum. Stjórnin og Fólkatingið kunna heldur ikki forsvara mótvegis danska fólkinum, at teir árliga veita føroyingum eina miljard í stuðuli, sum føroyingar heilt ella partvíst seta inn á bók ella í virðisbrøv.

Tað er sostatt sum nevnt neyðugt hjá okkum at tøma landskassan eina ferð um árið, eisini um hetta hevur við sær, at okkara búskapur verður yvirupphitaður. Henda yvirupphiting kann sum frálíður fáa katastrofalar avleiðingar fyri samfelagið líkar teimum, sum hendu okkum fyri 8-10 árum síðani.

Hvar er vælferðin tá?

Veruleikin er, at blokkstuðlin - í hvussu so er undir verandi skipan - er ein hóttan móti vælferðini.