Blokkurin burtur kortini

Eftir sonevndu samráðingarnar 15. juni er greitt, at valið hjá føroyingum ikki stendur millum fullveldi við 4 ára skiftistíð ella heimastýri við donskum pengum.

Valið stendur ímillum fulla ábyrgd við greiðum búskaparligum treytum ella framhaldandi heimastýri við óvissu um, nær blokkurin hvørvur.

Eftir tað sonevnda 3. samráðingarumfarið má standa øllum føroyingum greitt, at vit eru í eini óvirðiligari og mannminkandi politiskari støðu.

Endaleysa tosið um, at vit eru í einum sonevndum ríkisfelagsskapi við javnbjóðis virðing hvør fyri øðrum, er enn einaferð avdúkað sum ein stórur sjónleikur: Sum einfalt gykl. Alt valdið liggur jú bert einastaðni ? nevniliga hjá donsku ríkismyndugleikunum:


?Avtalur verða brotnar, tá tað hóvar tí partinum, sum hevur tað politiska valdið


?Danska stjórnin vil ikki samráðast og vil ikki grundgeva fyri eini búskaparligari uppgerð millum Føroyar og Danmark


?Hon noktar at samráðast við eitt demokratiskt valt føroyskt landsstýri, sum hevur hildið allar avtalur um samráðingarnar út í æsir. Ístaðin stuðlar stjórnin beinleiðis andstøðuuppskotum í Føroyum


?Hon sendir eitt bræv ?til den færøske befolkning? (ikki til ?det færøske folk?), har róð verður framundir, at føroyingar skulu velja ein aðra loysn enn hana, sum landsstýrið roynir at samráða seg til, og har beinleiðis skeivleikar verða førdir fram. Eitt nú um føroyska skattatrýstið. Hetta verður gjørt, hóast alt tos um ikki at leggja seg út í føroyskar avgerðir.

Blokkurin burtur kortini

Tó er ein sera týdningarmikil sannroynd komin á borðið eftir seinasta samráðingarfund. Danska stjórnin upplýsti, at um hon metir, at um føroyska livistøðið mált í bruttotjóðarúrtøku pr. íbúgva verður hægri enn ?i Syddanmark?, sum hon málbar seg, so verður blokkstuðulin at minka kortini. Samstundis førdi hon fram, at Føroyar longu eru ájavnt ella hægri enn tildømis Bornholms Amt.

Henda politiska staðfesting, sum síðani er endurtikin av framsøgumanninum hjá javnaðarflokkinum í Danmark, er sera týdningarmikil. Hon sigur okkum so mikið, at valið ikki stendur millum fullveldi og eina 4 ára skiftistíð ella heimastýri við fullum blokki..


Valið stendur ímillum:

5.Fulla ábyrgd og sjálvræði við eini møguligari stuttari skiftistíð.


6.Ella framhaldandi heimastýri uttan fult sjálvræði, uttan fulla ábyrgd og við møguligari eins stuttari skiftistíð.

Tað fyrra merkir greiðar linjur og at vit vita, hvat vit hava og skulu miða eftir.

Hitt seinna merkir ongar fastar karmar og møguligar stórbroytingar uttan at vit sjálvi hava tikið stig til tað ella kunnu stýra gongdini. Tá vita vit als ikki, hvat vit hava og hvørjum vit skulu stýra eftir.


Fullføra fullveldisætlanina

Tí er neyðugt at gera støðuna upp, og landsstýrið er samt um hesi stig:


7.Vit royna at fáa ein triðja part uppí, til tess at gera samráðingarnar lidnar og fáa ein endaligan sáttmála uppá pláss. Hetta verður tó sera trupult, um Danmark noktar.


8.Vit samráðast liðugt undir øllum umstøðum og royna at fáa ta frægastu skiftistíðina. Fundur skal vera í Føroyum, skjótast gjørligt eftir summarfrítíðina, har hetta verður avgreitt.


9.Vit halda fólkaatkvøðuna við passaligum skotbrái til upplýsing og valstríð, eftir at sáttmálin er liðugur og løgtingið hevur samtykt hann


10.Vit gera innanhýsis politisk framtøk, ið framhaldandi skulu tryggja gongdina til ein sjálvberandi búskap:


?Búskapargrunnur verður stovnaður sum skjótast, har tað, ið ikki verður brúkt av blokkstuðlinum, verður sett, og sum er klárur til møguligar komandi oljuinntøkur og aðrar óvæntaðar inntøkur


?Vit halda fram at gera sjálvstøðuga lóggávu á øllum økjum: Føroyska grundlóg, rættarskipan, løgreglu, útlendingalóggávu o.s.fr.


?Vit halda fram at gera neyðugar íløgur í eitt føroyskt vælferðarsamfelag, sum byggir á ein sjálvberandi búskap


Høgni Hoydal

Landsstýrismaður í sjálvstýrismálumes Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«