Thomas Arabo
Kollafjørður 26. apríl 2001
Blokstuðulsavtalan sum vit nú hava er umleið 10 ára gomul. Avtalan gongur í stuttum út uppá at Danmark gjaldar eina upphædd á einum ávísum støði - í løtuni umleið eina milliard um árið - til landskassan. Í praksis fara hesir pengar inn í landskassan á sama hátt sum skattir og avgjøld.
Avtalan við ríkið sigur eisini at um olja verður funnin við Føroyar í lønandi nøgdum so skal spurningurin um støddina av blokkinum takast upp av nýggjum.
Fyrstu árini var blokkurin ov lítil og fyri at fáa landshúsarhaldið at hanga nøkulunda saman var neyðugt við nógvum avgjøldum og skattum.Sostatt var avtalan tá til fyrimuns fyri danska statskassan.
Seinastu árini hevur avtalan verið til fyrimuns fyri tann føroyska landskassan, so ein fittur partur av blokkinum er farin inn á bók í landsbankanum. Tann parturin, íð har stendur, hvørki avskeplar ella upphitar nakran búskap so pástandir um naka slíkt er svass og vrøvl. Vóru pengarnir nýttir til dagligan rakstur av landinum so var myndin ein onnur.
Nú sær út til at Landsstýrið ætlar at biðja um at fáa blokkstuðulsavtaluna broytta til fyrimuns fyri danska statskassan. 400 miljónir skulu skerjast av intøkusíðuni hjá landskassanum ella um tað ljóðar betur so skulu 400 miljónir játtast til yvirtøku av skúlamálum. Í mínum oyrum ljóðar hettar stein ørt, tí í skulamálum hava vit haft ræðis og lóggávurætt í nógv harrans ár, so hendan yvirtøkan ger hvørki frá ella til um vit skulu tosa um meira frælsi ella sjálvbjargni.
Sjálvur haldi eg at vit skulu ganga sjálvstýrisleið og uppá sikt umsita hettar landið sjálvir. Hevði huga mær til at vit - nú umstøðurnar til tað eru tær frægastu í nógv ár- fóru at yvirtaka nøkur málsøkir,sum vóru undir donskum ræði og gjalda tað sum tað kostaði. Við at skerja intøkusíðuna hjá landskassanum so kann tað skjótt blíva ein trupuleiki at skaffa fígging til slíkar yvirtøkur.
At siga nei til sáttmálabundnar kontantar pengar er hugmóð. Í nógv umrøddu 80 unum hildu føroyingar at alt helt framm bara at ganga upp eftir og okkara fíggjarverð koyrdi fínt uttan at verða ávirka av teimum kreppum íð leikaðu á úti í heimi. Vit blivu klókari - ella blivu vit nú tað?
Eg haldi at verandi blokkstuðulsavtala skal haldast og hasar 400 miljónirnar um árið, íð ætlanin er at geva danska statskassanum, skulu nýtast til íløgur til frama fyri føroyska samfelagið og gera tað so nýmótans og kappingarført sum tað yvirhøvur ber til.
Nógv er at taka fatur í. Og nógvar av hesum íløgunum hita ikki føroyska búðskapin eitt einasta vet, men styrkja bara samfelagið enn og meir. Og so eitt afturat, um vit ikki gera hesar íløgur fyri teir pengar vit hava fullan ræðisrætt á nú, so kemur rokningin fyrr ella seinni at liggja á borðinum hjá vinnuni tí har er tað einasta staði at fara !
Eg kann nevna nakrar í løgur íð við stórari vissu koma í nærmastu framtíð :
Einar 150 - 200 miljónir verða at játta eyka til Vága og Norðuroya berghol, tí vágafólk og norðoyingar ikki fara at finna seg í at teir sum teir einastu í landinum skulu gjalda vegagjald.
Nýtt suðuroyasamband við øllum- einar 300 til 400 miljónir.
Íløgur í fjarskiftissamband fyri 100 tals milliónir. Neyvan realistiskt at hugsa at vinnan sjálv maktar hesa uppgávuna uttan at landið meðfíggjar fyri at halda eina hampuliga príslegu og hampuliga íløguferð.
Og so íløgurnar í heilsuøki - aftur stór tøl
Og útoyggjagrunnurin ikki at forgloyma !.
Sostatt síggi eg ikki tað snilda í at forera dønum 400 miljónir um árið tá íð vit kunnu betra um okkara samfelag heilt munandi uttan at skatleggja okkara egna fólk og uttan at upphita nakran búðskap óforsvarliga nógv.
Viðvíkjandi sjálvstýristilgongdini so vilja vit eisini framhaldandi hava ráð til at fremja nakrar yvirtøkur og ganga hesa leið á ein skilagóðan hátt og altíð hava í huga orðatakið : Frá høvdinum skal tú hvalin skera o. sfr.
Hatta orðatakið hevur ikki havt gildið í núverandi sjálvsstýristilgongd
Tvørturímóti!