Blokkniðurskurðurin feldi Helenu

-Ein orsøk til, at limirnir í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag revsaðu Helenu var møgliga tann stóri niðurskurðurin av blokkinum hon var við til at samtykkja. Hennara støða í hasum málinum hevur gjørt tað truplari fyri Javnaðarflokkin at kunna føra sín politikk út í lívið. Júst hetta hevur tí helst verið eitt rættiliga týðandi element í teimum metingum, sum limirnir í SSJ hava gjørt sær heldur formaður Javnaðarfloksins, sum tekur avgerðina hjá felagnum til eftirtektar, tó at hann heldur, at Helena hevði verið við til at styrkt flokkin.


Uppstiling til løgtingval


-Hetta er sjálvandi ein avgerð hjá tí lokala felagnum, og hana mugu vit taka til eftirtektar, men tað kemst ikki uttan um, at tað harmar meg eitt sindur, at man hevur trupulleikar við at leggja eitt gamalt stríð aftur um seg og lata upp fyri nøkrum nýggjum møguleikum sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, nú uppstillingin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag mikukvøldið endaði við, at Helena Dam á Neystabø ikki kom á listan til løgtingsvalið.

Mugu ikki dyrka ósemjur
Jóannes Eidesgaard heldur tað vera rætt at vísa á tað, sum nú hendir á Tvøroyri. ?Tað, sum hendi í Havn mikukvøldið, er ikki serliga analogt við tað, sum hendi á Tvøroyri seinasta sunnudag, har vit stovnaðu eitt nýtt felag, ið avloysir trý feløg. Tað er eingin loyna, at fleiri av teimum feløgunum hava ligið í einum innanhýsis stríði í fleiri ár. Tað hava vit so lagt aftur um okkum. Eg dugi tí ikki at síggja nakað endamál í tí politiska lívinum at dyrka ósemjur, líka mikið hvar man er í landinum. Tað má vera málið at leggja ósemjur aftur um seg og arbeiða frameftir.

Hann vísir á, at tað er ikki nakað eindømi, at politikarar skifta flokk. Tað er nakað, sum hendir í nógvum londum, og tað eigur man at hava loyvi til.
Serliga ein Javnaðarflokkur, sum byggir á brøðralag og forstáilsi, eigur at lata upp fyri, at man eisini kann saðla um politiskt, um tú kemur til ta niðurstøðu, at tað, sum tú hevur staðið fyri frammanundan, er ikki gott nokk. -Heldur átti man at frøðst um, at onkur aftrat nú tekur undir við okkara sjónarmiðjum á sjálvstýrisvonginum og viðvíkjandi vælferðarsamfelagnum. Men tað hevur man so ikki gjørt, og tað verða vit noydd at taka til eftirtektar.

Mong góð dømi
-Men tá so stór mótstøða var at fáa hana á listan, liggur hetta so ikki meira djúpt enn bara tað at dyrka ósemjur, og kann tað ikki hugsast, at mong javnaðarfólk hava havt ringt við frá degi til dags at skula stuðla einum politikara, sum hevur verið í andstøðu til flokkin so leingi og sum entá hevur verið formaður í øðrum flokki?

-Tað er møguligt. Men vit hava dømi um fólk, sum eru komin uppí Javnaðarflokkin eftir at hava verið í øðrum flokkum, og har eingin trupulleiki bleiv av tí. Verkamannafylkingin gav okkum ótrúliga harða mótstøðu í valstríðnum í 94 og var medvirkandi til, at vit fingu ein lemjandi ósigur á tí valinum. Men fólkini í Verkamannafylkingini hava síðani roynst ómetaliga væl fyri Javnaðarflokkin, tá tey seinni komu upp í flokkin. Tað vóru eisini markantir politikarar, men tað kláraði man at liva við. So eg haldi, at vit hava positivar royndir av slíkum sigur Jóannes Eidesgaard, sum tó ikki dylur fyri, tá talan er um ein framstandandi politikara í einum øðrum flokki, so er tað rætt, at tað kann tað skapa ein ótryggleika millum vanligar limir. Og tann ótryggi fer oftani í eina verjustøðu og atkvøður nei.

Stundirnar ikki góðar
-Kann tað vera, at øll henda tilgongdin hevur verið ov stutt, at javnaðarfólk hava kanska ikki havt neyðugu tíðina til at lata tingini sodna, og at Helena Dam á Neystabø kanska heldur ikki sjálv hevur havt neyðugu tíðina og rætta pallin til at kunna greiða frá síni broyttu støðu?

-Stríðið í Sjálvstýrisflokkinum er ikki so gamalt. Tað hevði møguliga verið ein heilt onnur støða, um vit vóru mitt í einum valskeiði, har man kundi havt stundir til at vant seg við tankan. Men tær stundirnar góvust ikki. At tingini verða so forserað ger helst, at fólk kenna seg ótrygg og verða yvirhálað av nøkrum, og har tey ikki rættiliga hava gjørt upp við seg sjálvan, hvussu tey skulu fyrihalda seg.

-Heldur tú útmeldingarnar hjá Helenu hava verið nóg heilhjartaðar og greiðar, soleiðis at hon við teimum veruliga hevur megnað at venda síni fortíð bakið, soleiðis at javnaðarfólk hava kunnað tikið hana fyri fult?

Hon flytur seg
- Tá ein persónur sum Helena Dam á Neystabø hevur hug at koma upp í Javnaðarflokkin, so er tað ikki tí, at Javnaðarflokkurin flytur seg mótvegis henni. Tað er hon, sum flytur seg. Og tað er greitt, tá hevur hennara trúvirði ein trupulleika, og tað er so hon, sum skal út at verja sítt politiska trúvirði.

Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at Helena Dam á Neystabø hevur sagt seg taka fult og heilt undir við Sjálvstýrislógini, sum leggur upp til eina munandi meira hóvliga gongd. Hon hevur viðgingið, at tað finst eingin loysn í sjálvstýrispolitikkinum uttan um Javnaðarflokkin. Tá tað snýr seg um vælferðarøkið, hevur tað hon stendur fyri á t.d. pensiónsøkinum ikki ligið so langt frá tí Javnaðarflokkurin stendur fyri.

Hvat teimum stóru málunum viðvíkur, so sigur Jóannes Eidesgaard seg hava upplivað í teimum samrøðum hann hevur havt við Helenu, at tað eru sjónarmið, sum saktans kunnu harmoniserast. Men tað er greitt, at ótryggleikin er kanska millum limirnar út frá tí, at hon hevur staðið markant á fullveldiskósini millum Høgna og Anfinn.

-Út frá tí sannroyndini kemur tað kanska ikki so óvart á teg, at hon ikki kom á listan?

-Nei. Men hinvegin kundi ein eisini sæð tað soleiðis, at við henni fingu vit so ein meira í okkara kór, sum mælir til nakað meira hóvligt enn tað, sum Høgni og Anfinn hava mælt til. Tað eigur eisini at bera til at síggja tað frá hini síðuni, at tað er hugaligt, at sjónarmiðini Javnaðarflokkurin stendur fyri fáa størri undirtøku.

Blokkniðurskurðurin
-Nú hevur tað havt stóran týdning fyri Javnaðarflokkin ikki at lækka blokkin við meira enn 100 mill. kr. og har hevur Helena so tikið undir við eini nógv størri hækking. Er tann munurin einkisigandi?

-Nei tað er hann avgjørt ikki. Júst hatta punktið við niðurskurðinum av blokkinum giti eg eisini fundurin í felagnum hevur revsað hana mest fyri. Tað er eingin ivi um, at tað valupplegg, sum vit vilja fara út við, kostar eisini pengar. Og nettupp fíggingin av teimum ábótum á vælferðarsamfelagið er vorðin ein trupulleiki í og við, at tú hevur hálað tað fíggjarliga grundarlagið burtur. Hennara støða í hasum málinum, har hon hevur tikið undir við landsstýrinum um at skerja 366 mill. kr. av blokkinum hevur gjørt tað truplari fyri Javnaðarflokkin at føra sín politikk út í lívið. Sjálvur vil eg halda, at júst hetta hevur verið eitt rættiliga týðandi element í teimum metingum, sum limirnir í SSJ hava gjørt sær.

Um Helena í størri mun hevði rannsakað seg og í størri mun lagt sjógv til politikkin í farandi skeiði eitt nú til stóra blokkniðurskurðin heldur Jóannes Eidesgaard so, at tað hevði broytt nakað?

-Tá man roynir at finna út av, hví hon fór úr Sjálvstýrisflokkinum, um tað var tí hon ikki kundi standa inni fyri politikkinum, sum Sjálvstýrisflokkurin stóð fyri í samgonguni ella tað varð orsakað av innahýsis stríði millum hana og Sámal Petur í Grund ? tá hevði hon sjálvandi staðið munandi sterkari í eygunum á javnaðarfólki, um tað varð so, at hon gjørdi bart og segði, at hon kundi ikki stuðla samgonguni orsakað av hennara politisku støðu. Hevði tað hent munandi fyrr, so hevði støðan helst eisini verið heilt ein onnur.

-Tað hevur víst seg at vera turbulensur, har Helena hevur verið og vil onkur spyrja, um man ikki hevði fingið líknandi stríð og ósemjur kom hon upp í Javnaðarflokkin. Hevur tú varhugan av tí?

-Eg vóni ikki, at nakar ynskir, at Javnaðarflokkurin skal vera ein losja av hugnaligum politikarum, sum renna undan hvørjum stríði. Politikkur er at hava eitt opið vindeygað útetir. Torir man ikki at onnur nærkast flokkinum, so hevur man eitt veldugt problem. Tí má flokkurin ikki gerast eitt stað, har man bara situr og verjir síni egnu sjónarmið og annars ikki vil órógvast av øðrum. Tað er sera vandamikið. Tú mást alla tíðina bjóða teg fram og vera opin fyri, at nýggj fólk leggjast til og serliga ung. Tað er lætt, at øll eru ikki nemm. Summi eru meira kontroversiell enn onnur.

Metti tað vera rætt
-Tú heldur ikki tað hevði skatt Javnaðarflokkin, at Helena kom uppí flokkin og eisini á ting?

-Tað er ringt at meta um. Men tað var so ikki tað sum eg metti frá byrjan. Eg helt, at kundi hon foreina síni politisku sjónarmið við okkara og vildi fara út at stríðast fyri teimum saman við okkum, so dugdi eg ikki at síggja ein trupulleika av, at hon konverteraði til Javnaðarflokkin. Tað bleiv so hennara avbjóðing at fara út og verja sín politiska leiklut eftir ta avgerðina.

-Onkur hevur sagt, at har Helena er, har er hon heil og har vil hon eisini ráða. Tú hevur ikki hugsað um, at hon kundi verið ein hóttan móti tær sjálvum sum formaður í framtíðini, kom hon sterkt inn?

-Sum formaður í Javnaðarflokkinum er tað mín uppgáva at tæna flokkinum sum best. Skulu tey persónliga áhugamálini telja meira, tá eru vit á eini vandamiklari kós. So mín støða er ikki tann mest áhugaverda í hesum samanhanginum.

-Tað hevur ligið í luftini, at tú hevur mett, at hon fór at styrkja flokkin kom hon á listan. Er tað so eitt afturstig fyri teg og tín formansskap, at hon kortini ikki kom á listan?

-Tað er eingin loyna, at eg var rættiliga opin mótvegis Helenu, tá tað varð staðfest, at hon varð áhugað fyri at koma upp í Javnaðarflokkin. Tað var væl tí, at eg metti, at tað vildi styrkja okkara støðu í Suðurstreymi, har kappingin verður munandi harðari enn í nøkrum øðrum valdømi, tí tað er har flestu veljararnir eru og har okkara kappingarneytar hava ótrúliga sterkar listar. Eg skal ærliga viðganga, at eg metti tað hevði styrkt okkara lista var hon við. Tá tað ikki hendi, má eg so taka ta støðu til eftirtektar.

-Kann hetta ?stríðið um Helenu? hava skatt stevið í tingbólkinum og valstríðið annars?

-Tað vil eg ikki vóna. Tingbólkurin hevur í nógvum málum verið ósamdur og havt nógvar tingingar, áðrenn vit eru nádd fram til semju. Hetta klára vit eisini.

Eitt val aftaná hetta
Uppá fyrispurning um hann hevur nakað gott ráð til Helenu nú sigur Jóannes Eidesgaard, at tað kemur væl eitt val aftaná hetta, og Helena hevur framvegis eitt langt politiskt lív frammanfyri sær. Tað verður so hennara avgerð, hvussu hon tacklar støðuna.

Jóannes Eidesgaard sigur, at hann í øllum hesum málinum við Helenu hevur sæð tað sum sína skyldu sum formaður ikki at lata ein møguleika fara afturvið borðinum uttan víðari. At felagið í Havn ikki hevur tikið undir við tí er so teirra avgerð.

-Mítt grundsjónarmið er, at man sum leiðandi politikari í einum flokki ikki hevur loyvi til at halda fast um gamlar ósemjur. Man hevur undir ongum umstøðum loyvi til at røkja persónsáhugamál framum floksáhugamál. Og tað meini eg avgjørt ikki eg havi gjørt í hesum málinum. Tí haldi eg, at eg sum formaður havi gjørt tað, sum varð rætt.