Formaðurin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson, heldur tað er at snúgva sær undan veruleikanum at geva blokkniðurskurðin hjá undanfarnu samgongu skyldina fyri, at fíggjarlógin fyri 2004 eftir øllum at døma fer at geva hall. Hann rør framm undir, at tað eru nógvar avgerðir í fortíðini, sum eru við til at ávirka fíggjarstøðuna í dag.
-At geva blokkniðurskurðinum einsamøllum skyldina fyri niðurgongdina er burtur við. Tað eru nógvar inntøkur, sum eru mistar gjøgnum árini. Eg kann nevna skattalættan hjá undanfarnu samgongu, sjómannafrádráttin, MVG-fríar vinnur os. fr. Tí ber als ikki til at geva blokkniðurskurðin einsamøllum skyldina, greiðir Hermann Oskarsson frá.
Eingin uppfylging
Blokkstuðulin úr Danmark varð 1. januar 2002 skerdur við 366 mio. krónum og árliga heildarveitingin frá dønum er sostatt í 615 mio. krónur. Kjakið um blokkniðurskurðin fyri góðum trimum árum síðan var drúgt og formaðurin í Búskaparráðnum vísti tá fleiri ferðir á, at varð heildarveitingin skerd, var alneyðugt, landsstýrið minkaði almennu útreiðslurnar.
Undanfarna samgonga økti hinvegin almennu útreiðslurnar við einari slakari milliard.
-Undanfarna samgonga framdi ongantíð neyðugu tilllagingarnar í samband við blokkniðurskurðin, hóast hon hevði knallgóðar treytir við lágari rentu og frálíkum inntøkumøguleikum. Tað er barnalærdómur, at tá inntøkurnar minka, koma pengar at mangla í, um ikki fremur nakrar sparingar, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.
Heldur á
Hermann Oskarsson hevur hug at samanbera fíggjarpolitikkin hjá undanfarnu samgongu í samband við blokkniðurskurðin við skattauppskotið hjá samgonguni.
Hann fýlist á, at ABC-samgongan ikki hevur nakað uppskot um, hvussu skattalættin skal fíggjast, tí tað er givið, at skattalættin fer at hava við sær færri inntøkur í landskassan.
-Tað er prógva, at ein skattalætti ikki er sjálvfíggjandi. Tað er líkamikið um tú tosar um blokkniðurskurð ella skattalætta, tí úrslitið er ein minking í inntøkum í landskassan. Øll kunnu taka undir við at rinda minni í skatti, men borgararnir hava eisini krav at fáa at vita um lægri skattatrýst hevur verri tænastustøði við sær, sigur hann.
Óheppin
Spurdur, um tað ikki er ov tíðliga at hava undirskot á fíggjarlógini fyri 2004, tá hugsað verður góðu úrslitini seinastu árini, svarar Hermann Oskarsson, at tað er ringt at siga, at tað er ov tíðliga.
Hann vísir á, at búskaparliga niðurgongdin hesaferð kom brádliga og í einum høggi.
?Tað er eitt stak óheppi samanfall, at rækjuvinnan og alivinnan komu so illa fyri og at vit fingu eitt prísfall á toski og hýsu. Niðurgongdir henda av og á, men vit hava verða óheppin, tí vinnur sum hava verið óheftar av hvørjum, hava fingið eitt dýkk. Niðurgongdin er ikki nøkur katastrofa, men tað er kortini ikki serliga behagiligt, sigur Hermann Oskarsson.
Vandamikil ósemja
-Tá vit tosa um almennar útreiðslur, haldi eg, at vit hava eina vandamikla ósemju í løtuni. Ein partur av politisku flokkunum hevur sum málsetning at minka ríkisveitingina, meðan ein annar partur vil lækka skattin. Koma hesir flokkar skiftivís í samgongu, kann gongdin gerast sera óstøðug og kann føra til stór hall í almennu roknskapunum, sum frá
líður, greiðir Hermann Oskarsson frá.
Hann heldur at gongdin við skiftandi landsstýrum, sum øll leggja dent á at minka um inntøkurnar- antin við skattalætta ella minking av ríkisveitingini er í andsøgn við at almennu uppgávurnar gerast dýrari og dýrari.
Hann sipar eitt nú til heilsuverkið, skúlaverkið og almannalóggávuna, sum gerast alt meira kostnaðarmikið, meðan samgongurnar gjara út í almennum útreiðslum.










