Blokhin heldur lítið um Føroyar

Venjarin segði á tíðindafundinum eftir dystin, at tað er óneyðugt at spæla móti liðum sum Føroyum

LANDSLIÐIÐ

Rólant Waag Dam

rolant@sosialurin.fo


Kiev, Ukraina: Oleg Blokhin, venjari hjá Ukraina, segði sum var, tá hann varð tráðspurdur av lokalum tíðindamonnum eftir dystin móti Føroyum.

– Føroyar eru á einum nógv lægri støði enn vit, men vit gjørdu tað vit skuldu. Ein sigur sum hesin var okkara skylda, segði Oleg Blokhin. Hann gav somuleiðis til kennar, at hann helt lítið um at smátjóðir sum Føroyar skulu kappast við stórveldi sum Ukraina, Frankaríki og Italia.

– Vit ferðast í átta tímar til ein dyst, sum vit vita vit fara at vinna. Tað er tíðarspill, helt Blokhin fyri.

Tá hann so varð spurdur, um fjáltur ikki kom á hann, tá tað framvegis ikki hevði hepnast liðið hansara at skora mál stutt fyri hálvleik, hoyrdi hann av onkrari orsøk ikki spurningin og svaraði tískil ikki.


Mynd: Oleg Blokhin

Oleg Blokhin heldur at dystir móti londum sum Føroyum eru tíðarspill

Mynd: Rólant Waag Dam