Verkfall
?Vit hava fullan rætt til at verja okkum fyri verkfalsbrótarum úr Havn.Tí havavit aftur sett blokadur upp ymsastaðni í landinum.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tað er ongin slingur í valsinum hjá feløgunum, sum eru í verkfalli.
Bæði hósdagin og fríggjadagin høvdsu feløgini fundir í Kollafirði um støðuna.
Ingeborg Vinther sigur, at teir fundirnir vóru ?knasandi góðir?.
Tað vóru eini 750 fólk á fundiø Lagið er gott og øll eru samd um, at her skal ikki slakast og tey góvu okkum fulla undirtøku, sigur hon.
Á tí fundinum varð eisini gjørt av at herða verkfallið.
Tískil vórðu blokadur aftur skipaðar mánanáttina, bæði í Kollafirði og aðrastaðni í landinum við.
?Løgreglan heldur eyguni við okkum, so vit siga ikki, hvar blokadurnar eru, men talan er bæði um vegir, havnir, alistøðir og onnur virki, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at í gjáramergunin vóru um 200 fólk í Kollafirði.
Men hesuferð verða persónbilar hjá vanligum fólki ikki kannaðir.
?Vit eru ikki úti eftir privatfólki. Tað er arbeiðsgevaran, vit vilja raka, sigur Harry Benjaminsen, nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag, sum eisini viðgongur, at tað var nakað nógv av tí góða av kanna hvørt viðførisrúm.
Politiið fylgir við gongdini, men á miðdegi ðí gjár høvdu teir onki gjørt.
Føroya Arbeiðarafelag hevur fingið at vita, at tað er ólógligt at byrgja vegirnar av, so at ferðslan ikki sleppur at ganga ótarnað.
Men tað taka tey sær ikki tykni av.
?Vit hava fullan rætt til at verja okkara øki, so at verkfalsbrótarar úr Havn ikki floyma inn yvir okkum við vørum og farmi. Tað er okkara fremsta skylda, so tað fara vit at gera, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at møguliga verða onnur tiltøk sett í verk sumfrálíður.
Annars verða framvegis ongi undantaksloyvi gjørd, uttan til neyðsynjarvørur og fyri at javntstillað øll.
?Arbeiðsgevararnir fingu at vita, at kroystu teir okkum út í verkfall, blivu ongi undantaksloyvi givin, hvørki til alivinnuna, ella til aðra vinnu, og tað halda vit fast um, sigur Ingeborg Vinther.