Blokadurnar avlýstar

Klokkan 14 í dag vórðu allar blokadur, ið limir í Starvsmannafelagnum hava staðið fyri, avlýstar. Orsøkin er, at paratarnir aftur eru setstir við samráðingarborðið

Í gjár klokkan 14:00 varð aftur farið til samráðingar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið. Í hesum sambandið gav Starvsmannafelagið øllum limum sínum boð um, at allar samráðingar skuldu steðga beinan vegin samráðingarnar byrjaðu.


Gamla uppskotið ikki grundarlag

Á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum verður sagt, at gamla semingsuppskotið, ið báðir partar vrakaðu týskvøldið 16. mars, ikki verður nýtt sum grundarlag fyri samráðingunum.

Nógv fundarvirksemi hevur verið við feløgini bæði, og úrslitið av hesum fundum gjørdist, at semingsmennirnir avgjørdu at kalla partarnar saman aftur til samráðingarborðið.

Avgjørt er, at samráðingarnar bert skulu umfata Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Hildið verður nevniliga, at tað er ov fløkt at hava samráðingar við fleiri feløg samstundis.


Karsten slapp inn

Treytin frá Fíggjarmálastýrinum fyri at samráðingarnar kundu takast upp aftur vóru, at fíggjarmálaráðharrin og nøkur av starvsfólkunum í Fíggjarmálastýrinum skulu sleppa inn aftur í bygningin hjá Fíggjarmálastýrinum á Argjum á midnátt týsdagin. Hesum kravi gekk Starvsmannafelagið á møti, og Karsten Hansen slapp sostætt ótarnaður inn í Fíggjarmálastýrið, tá hann kom til arbeiðis í gjáramorgunin.

Hini fólkini, ið fingu loyvi at sleppa inn í Fíggjarmálastýrið vóru Tummas Magnussen umframt fimm onnur fólk á lønardeildini og fíggjarmálastjórin, Petur Alberg Lamhauge.