Blokadan hjá pedagogunum var ólóglig

Pedagogar sleppa ikki at blokera forskúlan næsta ár.

Tað er ólógligt av pedagogunum at blokera forskúlarnar.

Tað niðurstøðu er Fasti Gerðarrætturin komin til.

 

Hann hevur viðgjørt avgerðina hjá Pedagogfelagnum at noka limum sínum at søkja starv á landsins forskúlum eftir summarfrítíðina.

 

Orsøkin er, at pedagogarnir krevja somu lønarsømdir sum lærararnir, tí sama arbeiði skal geva somu løn, sigur felagið.

 

Men Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, legði málið fyri gerðarrættin og hann er komin til ta niðurstøðu, at hetta er eitt ólógligt stríðsstig at taka og tískil hevur Pedagogfelagið avlýst blokaduna.

 

Men síðsta orðið er neyvan sagt enn, tí Pedagogfelagið hevur longu gjørt av at avgerðina fyri nevndini fyri Fasta Gerðarrættin.

 

Kravið er, at málið skal ganga umaftur, tí Pedagogfelagið heldur, at avgerðandi feilir eru gjørdir í málsgongdini.

 

- Millum annað eru óformligar útsøgnir frá einum fyrireikandi fundi í gerðarrættinum brúktar sum grundarlag fyri sjálvum úrskurðinum, sigur felagið á heimasíðu síni.