Blokada
Flogvøllurin:Verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum merkist nú eisini við portrini á flogvøllinum. Blokaduvaktir syrgja fyri at eingin farmur sleppur úr flogførunum út um gyrðingarnar við vøllin.
Síðan verkfallið varð lýst, hava vaktir syrgt fryi, at einki hevur verið lossað úr skipum, sum liggja við bryggju, ella tikið út av vørugoymslum ymsastaðni í landinum.
Men tað hava summi funnið út av at umganga við at flyta farm til landið við flogfari.
Tað hevur gingið fyri seg á tann hátt, at privatar flutningsfyritøkur, sum hava bilar til endamálið, koyra farmin av flogvøllinum til móttakaran. Soleiðis hevur í ávísan mun borið til at fingið tað, ein hevur havt brúk fyri. Serliga eykalutir og smærri kolli.
Men hetta verður nú steðgað, sigur Føroya Arbeiðarafelag, og týsmorgunin setti felagið vaktir við portrini á flogvøllinum. Boðini vóru greið, tað skuldi eingin farmur úr flogfarinum út um portrini.
Týsmorgunin var bara eitt flogfar, sum kom í Vágar. Tað var flogfarið hjá Maersk, og har var eingin farmur við, varð sagt av flogvøllinum. Postur kom tó, og hann varð avgreiddur sum vanligt.
Lossingarmenninir á flogvøllinum eru í verkfalli, so har eru stjórar komnir at bera kuffert um dagarnar.