Eg gangi ein túr í miðbýnum og hugleiði eitt sindur um fordómar og normar í tí føroyska samfelagnum. Fái ikki reiðiliga sett orð á mínar tankar, tí eg kenni tað mangan, sum eru vit øll so innilæst í hesum fordómsfulla samfelag, at vit veruliga ikki duga at skilja ímillum fordómar og tað sokallaða ?vanliga? afturhaldni og smædni sum fólk flest hava Eg hoyri ein bil floyta eitt sindur frá mær og varnist so, at ein kendur politikari gongur nakrar metrar frá mær. Hann vendir sær á og vinkar so hjartaliga til bilføraran, áðrenn hann varnast, at førarin floytaði eftir einum lítlum barnið, sum í somu løtu rann yvir til bilin.
Týðiliga sæst á honum, at hann følir seg illa, tá hann roynir at lata sum um, at hann bert rætti hondina upp, tí hann skuldi rætta uppá hárið, og hann mutlar okkurt um at ?eg helt hann floytaði eftir mær? og flennir smá-flóvur eftir sær sjálvum meðan hann gongur framvið.
Hmm..... eg hugsið ?vanligt, ella føroyskt fyribrigdi??
Hví blívur ein kendur politikari, sum allarhelst allir føroyingar kenna, illa við, tá hann vinkar til onkran, sum ikki vinkaði til hann?
Er tað kanska tí, at vit eru so fordómsfull, at vit endeliga ikki mugu ditta okkum at halda, at øll verðin snýr seg um okkum? At bara tí at ein bilur floytar, har sum tú ert, er tað also ikki einstýðandi við, at tey floyta til TÍN? ?Kom yvir teg sjálvan? Right?
Ok, kanska skuldi hesin politikarin bara latið verða við at vent sær á og risikera at verða stemplaður sum ein yvirlegin sjálvhátíðarlig klovn, sum ?er for vigtigur til at heilsa uppá fólk?. Antin tað, ella at útseta seg sjálvan fyri at verða gjørdur til grin, og stemplaður sum ein ?it?s all about me? politikari.
FUCK also! Tað er also ikki serstakliga lætt at liva upp til allar hesar løgnu normar og fordómar sum vit hava í Føroyum. Skilji als ikki, hvussu tað er blivið so, og veit heldur ikki um tað er soleiðis aðrastaðni. Men í øllum førum er nakrar grundreglar komnir í hetta lítla samfelagið, sum neyvan nakar tilvitað hevur innført....