Eg haldi ikki at eg veit um nakran, sum leitar sær á barr einsamøll. Spurningurin er so, hví gera vit ikki tað ? Hvat er so kiksað við at fara einsamøll á eina barr? Við hesum spurningunum í huga fór eg einsamøll á eina barr í Havnini, men sjálvsagt við einari bók í taskuni, eittans fyri at tryggja mær, at tað ikki bleiv alt ov kiksað.
Eg kom inn í barrina, setti meg niður við eitt borð ? uttan teldu, bók ella fartelefon í hondini ? og hugdi í menu kortið. Keypti mær síðani eina stóra veðr. Heilt erligt, hvat er verri enn ein einsamøll kvinna á einari barr við einari STÓRARI VERÐ? Men fyri at mítt eksperiment skuldi rigga, so noyddist eg at keypa veðr, tí onkursvegna er tað ok at drekka kaffi einsamøll ? men øl, mega kiksa.
Fólk komu inn, og eg føldi bara hvussu tey hugdu eftir mær, og ímyndaði mær at tey hugsaðu ?hví er handan gentan einsamøll ? hevur hon ongar vinir??. Allarhelst bara tvangstankar, men hóast alt byrjaði eg at blíva reyð í andlitinum, og flóv yvir, at fólk skuldi halda, at eg ongar vinir hevði. Aftaná ein góðan tíma MÁTTI eg taka mína bók fram, tí tá vóru alt ov nógv fólk komin á barrina, og eg føldi meg veruliga sum ein tapara! Skilji í veruleikanum ikki hví, men tað er okkurt kiksað við at sita einsamøll og drekka øl við sær sjálvum, meðan øll onnur á barrini hava onkran at práta við.
Tað hevði annars verið feitt um tað var púra náttúrligt at fara á barr einsamøll. Ímyndi tykkum hvussu deiligt tað hevði verið, um man aldrin noyddist at bíða eftir vinkonunum, ella sita heima tí vinkonurnar Akkurát Tann Dagin skuldi hygga sær saman við sjeikinum ? Tað hevði verið lekkurt, men ?ene og alene? á einari barr - no way..










