Í kvøld hevur heimskendi evangelisturin Franklin Graham tvey møti í ítróttarhøllini á Hálsi, og í hesum sambandi varð skipað fyri tíðindafundi á Hotel Føroyum fyrr í dag.
Franklin Graham og fylgi komu til Føroya við flogfari í morgun, og hann fer at tala klokkan 18.00 og klokkan 20.30.
- Guds orð er hitt sama. Gleðiboðskapurin er hin sami. Gud elskar teg og sendi son sín at doyggja fyri teg. Um tú játtar tínar syndir, umvendir teg frá teimum og trýrt, so fyrigevur Gud syndir tínar, og skrivar navn títt í Lívsins Bók. Einki kann síðani strikað navn títt úr Lívsins Bók, sigur Franklin Graham.
- Politikkarar lúgva, undirhaldsvinnan lýgur, reklamuvinnan lýgur. Eg trúgvi, at fólk eru troytt av hesum, og vilja hoyra sannleikan. Tað er hann, eg fari at boða á møtinum í kvøld.
Hann er sonur navnframa prædikumannin Billy Graham og varð á tíðindafundinum spurdur um, hvussu tað var, at vera barn í heimi teirra.
- Pápi mín var ein góður pápi at okkum. Hóast hann ferðaðist nógv, so tók hann sær altíð tíð til okkara, tá hann var heima. Hann varð altíð hin sami. Hann, sum fólk sóu í sjónvarpinum og á talarastólinum, var hin sami, sum vit sóu heima í stovuni og við døgurðaborðið, greiðir Franklin Graham frá.
Hóast boðskapurin ikki broytist, so broytast tíðirnar nógv, ásannar Franklin Graham, og ikki allar broytingarnar eru til tað betra.
- Í USA hava vit vent bak okkara til Gud. Vit hava tikið hann út úr skúlunum og út úr stjórnini. Men heldur enn at geva okkum meiri frið, elvir hetta til meiri harðskap, sigur Franklin Graham.
Hann vísir á sorgarleikin í Charleston í South Carolina, USA, har ein maður skeyt 10 myrk fólk í eini kirkju.
- Vit hava fingið eina harðskapsmentan í USA, sum eg haldi, at undirhaldsvinnan eigur partvís skyldina av. Hetta er partvís ábyrgdin hjá Hollywood. Hvørt kvøld síggja vit í sjónvarpinum at onkur tekur eitt vápn fram og skjýtur onkran annan. Vit undirhalda okkum sjálvi við blóðíð, eini harðskapsgerð fyri og aðrari eftir, sigur Franklin Graham.
Franklin Graham heldur, at trupulleikin við nógvu sorgarleikunum í USA við slíkum massamorðum, stingur djúpri enn at broyta vápnalógirnar.
- Vápn drepa eingi fólk og vápnalógir broyta eingi hjørtu. Trupulleikin liggur í hjartanum. Vit hava vent Gudi bakið. Vit mugu venda við, leita aftur til Gud og lata hann broyta hjørtu okkara, sigur Franklin Graham.










