Blivu fyrst diskvalifiseraðar og vunnu kortini

OYGGJALEIKIR: Tað hevur verið eitt satt drama í svimjihøllini, har kvinnustafettin hjá okkum fyrst bleiv diskvalifiserað

Føroyska kvinnustafettin hevur í svimjihøllini í Visby í Gotlandi vunnið gull í 4 x 100 metrar blandað.

 

Men eina góða løtu sá tað út til, at føroyska kvinnustafetin stóð við svartaperi, tí tær blivu diskvalifiseraðar fyri at tjóvstarta.

 

Men aftaná klagu frá føroysku svimjileiðarunum var hugt eftir støðuni, og so var gullið dømt til Føroyar kortini, og fagnaðurin fekk, sambært Terja Nielsen frá in.fo ongan enda í føroysku leguni. 

 

 

Signhild Joensen (myndin), Ásbjørg Hjelm, Jana Thomsen og Sára Nysted vunnu 4 x 100 metrar blandað við tíðini 4:15.73. Isle of Man gjørdist nummar tvey við tíðini 4.16:34.

 

Mansstafettin í 4 x 100 metrar frí vann bronsu.

 

Róland Toftum, Óli Mortensen, Alvi Hjelm og Marius Ihlen Garðshorn vunnu bronsu við tíðini 3:31.51.

Guernsey vann við tíðini 3:27.53. Isle of Man vann silvur við tíðini 3:30.85.