Blinken: Ísrael tekur undir við vápnahvíldaravtalu

Tað er nú upp til Hamas at geva grønt ljós til eitt nýtt uppskot um vápnahvíld í Gaza, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken Mynd: Kevin Mohatt/Reuters/Ritzau Scanpix

Forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, tekur undir við einum nýggjum uppskoti um vápnahvíld avtalu í Gaza.

Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, eftir fund við Netanyahu í Ísrael í kvøld.

- Tað er nú upp til Hamas at gera tað sama, sigur Blinken á tíðindafundi í ísraelska býnum Tel Aviv.

Sambært Blinken tekur nýggja uppskotið atlit til ósemjur, sum hava verið millum Ísrael og Hamas í undanfarnu samráðingunum um vápnahvíld.

Amerikanski uttanríkisráðharrin kom til Ísrael sunnukvøldið. Endamálið við ferðini til Ísrael er júst at trýsta á fyri at ein avtala verður gjørd um, at partarnir leggja vápnini niður í Gaza.

Samráðingarnar hava higartil verið í ávikavist Katar og Egyptalandi.

- Netanyahu, forsætisráðharri, hevur lovað at senda sítt roynda toymi av serfrøðingum aftur til antin Doha ella Egyptalands at royna at fullføra hesa tilgongdina, men vit hyggja fyrst og fremst eftir Hamas, sigur Blinken.

 

/ritzau/AFP

 

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken Mynd: Kevin Mohatt/Reuters/Ritzau Scanpix