Nýggi báturin stóð á bildekkinum umborð á Norrønu, og maðurin fór sum vera man spentur umborð at síggja nýggja bátin hjá sær. Tá ið maðurin letur upp í bátinum, gerst hann ikki sørt kløkkur, tí inni í bátinum goymir ein ungur útlendskur maður seg.
Vita ikki hvagani hann er
Hóast fremmandi maðurin royndi at sleppa til rýmingar, eydnaðist hetta ikki, og løgreglan bleiv boðsend.
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at løgreglan hevur staðfest, at maðurin er komin umborð í Hanstholm, hagani Norrøna kom. Tað eydnaðist tó ikki løgregluni at finna út av, hvagani maðurin kom, men Bergleif Brimvík sigur, at talan er ein útlending.
Maðurin hevði ikki ferðaseðil við Norrønu, og hann hevði heldur ikki loyvi at koma hendan vegin.Sambært norðurlendsku passreglum merkir hetta, at maðurin skal sendast aftur til Danmarkar, og tað er longu gjørt.
Bergleif Brimvík sigur, at maðurin er farin til Danmarkar við flogfari, og at tveir føroyskir løgreglumenn fóru við honum. Tá ið komið var til Danmarkar, stóð danska løgreglan so fyri teimum og tók mannin.
Spurdur um hetta er nakað, ið kriminalløgreglan sær fólk, ið royna at sníkja seg til Føroya, sum ein vaksandi trupulleika, sigur Bergleif Brimvík, at tað er tað ikki. Hann sigur, at slíkt kemur fyri av og á, men talan er ikki um nakran vaksandi trupulleika.










