Blikur í uppaftur betri útgávu

Eyka konditiónsvenjing var uppskriftin, sum sást aftur í fyrsta sigrinum til genturnar av Argjum síðani á Norðoyastevnu


Tað er lagt upp til tætta kapping um FM heitið millum genturnar. Kappingin stendur millum Frúnna, sum framvegis er á odda við 27 stigum, og Blik, sum hevur 26 stig.
                      Í Vestmanna vóru argjagentur umborð á Bliki tær stinnastu. Tær løgdu seg fremst beinanvegin, og tær hildu skansan, inntil tær komu á mál.
                      Frúgvin fekk einki serligan start, og miðvágsgentur vóru eina løtu mitt í røðini. Í endaspurtinum gekk Frúgvin væl, men tær megnaðu ikki at vinna seg longri fram enn á triðja plássið, sum tær eisini endaðu á í Vági. Hvassi av Oyri vann tøttu kappingina um næstfremsta plássið.
                      Havfrúgvin, sum eftir glæsiliga sigurin í Vági var vónin hjá vertunum fyri Fjarðastevnuni, kiksaði heilt og endaði á sætta plássi. Firvaldur og Drekin endaðu á stigaplássunum frammanfyri Havfrúnna.
                      Umborð á Bliki, sum ikki hevði vunnið síðani á Norðoyastevnu, var lagið gott. Tær eru rættuliga við aftur í FM kappingini, og uppskriftin er bæði einføld og hørð. Tað sigur Eirin Wiberg Holm, sum er ein av rógvarunum.
- Vit hava alla tíðina vant nógv og hart. Síðani á Jóansøku hava vit vant uppaftur meiri konditión, og tað hevur givið úrslit. Nú eru vit ógvuliga spentar upp á tvær tær síðstu kappingarnar.