Blikur snýtti meistararnar

Í dag var heilt øðrvísti á ólavsøku. Blikur, sum í fleiri av undanfarnu róðrunum hevur roynt at givið dreingjunum á Tjaldrinum kapping, legði bragdliga fyri. Men tað sá út sum, at kappingin fór at verða hørð við Tjaldrið, og at tað kanska fór at tørna soleiðis út, sum tað hevur gjørt í undanfarnu róðrunum.

Men soleiðis gekk tað ikki. Blikur var fremstur alla tíðina, og tá ið tað sá út til, at Tjaldrið hevði hug til at toga seg fram á Blik, so svaraðu argjadreingir so rudduliga aftur. Blikur dróg frá Tjaldrinum og vann sannførandi sigur - meiri enn hálva bátslongd frammanfyri teir næstu.

Tjaldrið kom í heilt harða kapping um næstfremsta plássið, og munurin aftur til Báruna var so lítil, sum tað bar honum til at vera.

 

Úrslitið

1 Blikur 04:30.13

2 Tjaldrið 04:32.15

3 Báran 04:32.22

4 Junkarin 04:34.04

5 Royndin Fríða 04:36.21

6 Teistin 04:37.00

7 Sílið 04:38.15

8 Ritan 04:45.20

9 Firvaldur 04:47.12

 

Endaliga støðan

1 Tjaldrið 48

2 Blikur 39

3 Teistin 25

4 Junkarin 24

5 Royndin Fríða 23

6 Báran 22

7 Kollur 9

8 Havfrúgvin 3

9 Sílið 2

10 Jallurin 1

11 Ritan 0

12 Firvaldur 0