Tað er lagt upp til sanna gysara finalu á Ólavsøku í kappingini millum dreingir umborð á 5-mannaførum. Blikur av Argjum vann róðurin á Vestanstevnu, meðan Royndin Fríða var næstfremst.
Úrslitið ber við sær, at tað stendur púra á jøvnum millum hesar báðar bátarnar, nú teir fara at fyrireika seg til Ólavsøku.
Blikur togaði seg í fyrstu tøkunum eitt vet framum Royndina Fríðu, og Blikur var fremstur allan teinin. Fjarstøðan longdist eitt vet millum teir báðar fremstu, og á málinum var Blikur tað mesta av einari bátslongd frammanfyri.
Kappingin um triðja plássið var leingi tøtt og spennandi. Firvaldur av Tvøroyri var drúgvastur, og á málinum var hann skutin frammanfyri Teistan, Jallin og Svan, sum vóru sera javnir. Junkarin og Havfrúgvin vóru aftastir. Beinta og Sílið luttóku ikki ídag.
1 Blikur 05:01.18
2 Royndin Fríða 05:03.05
3 Firvaldur 05:07.04
4 Teistin 05:08.04
5 Jallurin 05:08.05
6 Svanur 05:08.22
7 Junkarin 05:14.02
8 Havfrúgvin 05:32.06
Støðan
1 Blikur 39
2 Royndin Fríða 39
3 Firvaldur 24
4 Svanur 18
5 Teistin 18
6 Jallurin 18
7 Sílið 8
8 Junkarin 4