Blikur og Lómur undir hentleikaflagg

Blikur og Lómur fara undir hentleikaflagg, og bara helvtin av teimum 32 monnunum, sum hava siglt við skipunum, halda fram hjá Faroe Ship, nú siglingin hjá felagnum verður broytt

Eimskip í Íslandi eigur Faroe Ship, og tað vera í stóran mun skip hjá Eimskip, sum fara at røkja siglingina til og úr Føroyum. – Nýggju skipini, Polfoss og Hólmafoss, sum fara at sigla til og úr Føroyum, eru skrásett í føroysku skipaskránni, og allir fýra skipararnir verða føroyingar, meðan restin av manningini verður útlendsk, sigur stjórin í Faroe Ship, Jóhanna á Bergi, við Kringvarpið. Nýggi Lómur og Blikur, sum loysa teir gomlu av, eru skrásettir í Limassol.