Blikur legði fyri og endaði á sama hátt

5-mannafør dreingir Barar tveir bátar hava verið við í FM kappingini, og argjadreingir tryggjaður sær meistaraskapin, tá ið teir vóru fyrstir á mál fyri fjórðu ferð og harvið vunnu 4-3 á Royndini Fríðu

Bara tveir bátar hava í alt summar togast um FM heitið í hesi kapp­ingini. Argjadreingir umborð á Bliki og vágsdreingir umborð á Royndini Fríðu hava verið teir ein­astu, sum hava vunnið, og tá ið annar hevur vunnið, so hevur hin verið næstfyrstur.
Undan ólavsøkuróðrinum stóð á jøvnum. Báðir bátarnir høvdu vunnið tríggjar ferðir, og báðir bátarnir høvdu tvær ferðir verið nummar tvey. Tí stóð á jøvnum í stigum – 39 stig í part, og harvið var greitt, at tann, sum var fremri av hesum báðum í finaluróðrinum, fór at vinna FM.
Og tað var eingin ivi. Argja­dreingir umborð á Bliki vunnu ólavsøkuróðurin ógvuliga ruddu­liga. Starturin verður sagdur at hava serliga nógv at siga á Ólav­søku, og tað var ivaleyst tá, at so nógv varð avgjørt.
Blikur fleyg ein skut framum hinar beinanvegin, meðan Roynd­in Fríða smokkaði eitt sindur aftur um teir, ið royndu at fylgja við Bliki. Blikur helt stílin alla tíðina, og á málinum var hann meiri enn eina bátslongd frammanfyri Royndina Fríðu, sum menti seg og tók Firvaldin ikki so langt frá mál­inum.
4-3 í sigrum til Blik á Royndini Fríðu, og tað bar eitt stig meiri til argjadreingir við sær enn vágs­dreingir vunnu. Blikur legði bragdliga fyri, tá ið hann vann á Norðoyastevnu, og síðani hevur hann vunnið á Eystanstevnu, Vestan­stevnu og nú rundaðu teir av við sigri á Ólavsøku.


1 Blikur 04:38.04
2 Royndin Fríða 04:41.04
3 Firvaldur 04:44.16
4 Svanur 04:46.04
5 Sílið 04:47.00
6 Junkarin 04:48.14
7 Teistin 04:50.00
8 Beinta 04:59.23
9 Jallurin 05:02.12

Endaliga støðan
1 Blikur (FM vinnari) 46
2 Royndin Fríða 45
3 Firvaldur 29
4 Svanur 22
5 Teistin 19
6 Jallurin 18
7 Sílið 11
8 Junkarin 6
9 Havfrúgvin 0
10 Beinta 0