Blikk Café í Saltangará

Mánadagin 15. januar læt ein nýggj kafé upp í Saltangará. Talan er um Blikk Café. Í hesum sambandi var almenn móttøka í nýinnrættaðum hølum sunnudagin 14. januar, har nógv fólk nýttu høvi at støkka inn á gólvið

Tað eru Christian Høgni Jacobsen, Brynjolvur Nielsen, Tummas Petur Thomassen og Kári Streymoy sum eiga og reka caféina, ið heldur til í tí nú umbygda og víðkaða húsinum, har blikksmiðjan hjá Bjarna Hansen og seinni eisini blómu- og gávuhandil var í mong ár. Harav navnið Blikk Café.
 
Nýggju eigararnir hava gjørt sjálvt húsið liðugt, men annars umbygt og bygt víðari á tað, sum var frammanundan, so hølini nú eru stór og rúmsátt, samstundis sum tey eru sera hugnalig. 
 
Sambært eigarunum er endamálið við at hesi kaféini er at nøkta ein tørv, sum hevur verið fyri einum slíkum staði í Runavíkar kommunu.
 
Dagligur leiðari á Blikk Caféini er Jona Michaelsen.