BLF tvíheldur um dupultløn

Fakfelagið hjá starvsfólkunum í gamla Landsbankanum heldur framvegis at starvsfólkini eiga rætt til uppsagnarløn, hóast tey fingu tilboð um og tóku av øðrum starvi

 

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya umhugsar framvegis, hvat felagið ger við dómin í Føroya Rætti, har felagið ikki fekk viðhald í sínum kravi um at fyrrverandi starvsfólkini í Landsbankanum hava rætt til uppsagnarløn, hóast tey tóku av einum øðrum starvi í almennu miðfyrisitingini.


Kravið hjá BLF var, at tey tilsamans 10 starvsfólkini í nú avtikna Landsbankanum, sum eru limir í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, skulu hava uppsagnarløn.

 

Lønardeildin var ósamd, og tí endaði málið í rættinum. Niðurstøðan hjá Føroya Rætti er, at uppsagnarløn skal ikki gjaldast fólki sum hava fingið í boði og hava tikið av øðrum starvi.

 

- Sum útgangsstøði halda vit at talan er um eitt principielt mál. Tí umhugsa vit at skjóta dómin inn fyri hægri rætt, sigur Leivur Persson.


Freistin er fýra vikur, og felagið fer nú at nærlesa dómin, áðrenn endalig støða verður tikin.

 

Hoyr samrøðu við Leiv Persson við at trýsta á pílin undir myndini.