Hoyritólsbrúkarar skulu sjálvir rinda 2000 kr fyri hvørt hoyritól
Foreldur sum hava fyri neyðini at vera heima hjá barni vegna brek ella sjúku, eru í fleiri førum farin niður í løn
Fólk fáa skerda/missa heimahjálp
Stuðul til dagtilhald er tikin burtur
Javningin á almannaveitingum fór fyrst úr 4 niður í 3% - nú dettur hon væntandi burtur
67 – 70 ára gomul hava mist rættin til sjúkradagpening
Fyrst var setanarsteðgur ymsastaðni í Nærverkinum, nú verður talan um milliónasparingar
Menningarhjálpin er skerd
Framvegis er ikki lýst eftir tannlækna til landssjúkrahúsið. Hetta ávirkar serliga sálarsjúk og børn
Útbúgvingarstuðulin lækkar
Kundi nevnt fleiri enn hesi 10 dømini. Ræðandi? Ja, og enn verri er, at fleiri uppskot eru trumfað ígjøgnum uttan hoyringar, so hvørki málbólkur ella fakfólk er komin til orðanna. Eisini hevur talan í fleiri førum verið um lítla og onga skiftistíð.
Hans Pauli Strøm finst í greinini at, at miðlarnir ikki siga sannleikan um allar tær bleytu raðfestingarnar hjá samgonguni. Hvussu ber tað tá til, at bæði yrkisfeløg, Javni, brúkarar, avvarðandi og fakfólk gera vart við sína ónøgd og sín ótta? Í vikuni segði landsstýriskvinnan enntá í miðlunum – loksins og nakað seint – at nú kundi hon ikki spara meir. Tí so fillaði hon systemið sundur.
Løgi, at so mong – og úr at kalla øllum sjónarhornum - síggja veruleikan so øðiliga nógv øðrvísi enn Hans Pauli Strøm.