Seinastu tvær vikurnar hava vit sæð í frásagnum hjá P/F Eystur-og Sandoyartunlar, at arbeitt hevur verið við trygging av einari sokallaðari gongd við leysari tilfari í tunnilsarbeiðnum Hvítanes-megin. Hetta hevur gjørt, at boraðu og sprongdu metrarnir í hesum partinum av tunlinum hava verið fáir hesar seinastu tvær vikurnar.
Men, áðrenn tunnilstoymið rendi seg í bleyta tilfarið, gekk arbeiðið óføra skjótt og væl Hvítanes-megin.
- Væntandi verður bori-og spreingiarbeiðið í hesum partinum av tunlinum eisini avmarkað komandi vikuna, tí nú verður eisini vegabreyt gjørd í tunlinum Hvítanes-megin, sigur stjórin í P/F Eystur-og Sandoyartunlar.
Stjórin vísir á, at tunnilstoymið Hvítanes-megin nú er komið ígjøgnum bleyta tilfarið og tá hesin parturin av arbeiðnum, sum nú verður gjørdur á vegabreytini, er liðugur, fer verulig gongd at koma á aftur bori-og spreingiarbeiðið hesumegin.
- Tunnilstoymið, sum arbeiðir Hvítanes-megin, hevur ikki verið í nøkrum óvæntaðum og als ikki í nøkrum, sum á nakran hátt skeiklar fíggjarætlanina undir samlaðu verkætlanini, vissar tunnilsstjórin.
Boringar, sum áður eru gjørdar undir Vestmannasundi og Leirvíksfirði, hava víst, at bleytari tilfar kann koma fyri á vegnum, men hetta eru avbjóðingar, sum væl ber til at loysa.
- Í hesum førinum kunnu vit ímynda okkum, at vit koma ígjøgnum eina ”gjógv” við leysari tilfari, og fyri at koma fram við ”gjónni”, verður arbeitt við robustum tilfari, eitt nú tjúkkum stáli og betongi, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur-og Sandoyartunlar.