Tá ið politikarar dyrgja eftir atkvøðum, plaga tað ikki at skorta upp á lyfti.
Tað gjørdi tað heldur ikki, tá ið politiskur fundur var í Tilhaldinum í Havn seinnapartin í gjár, har pensjónistar høvdu høvi til at hoyra, hvørjar ætlanir teir ymsu flokkarnir hava á eldraøkinum.
Men samstundis fingu politikararnir høvi til at hoyra, hvat rørist ímillum tey gomlu og, hvørji teirra politisku ynski, tey hava.
Og ikki skerst burtur, at ynskini frá teimum gomlu eru eyðmjúkari og meiri jarðbundin enn tey háfloygdu lyftini frá politikarunum vóru viðhvørt.
Tað, sum tey gomlu vóru serliga áhugað í, var at fáa ábøtur á pensjónina.
Men so vóru tað eisini mong, sum vísti á, hvussu stóran týdning tað hevði, at myndugleikarnir settu fyribyrgjandi tiltøk í verk.
- Hóast tað eru mong eldri, sum hava góða heilsu høgt upp árini, eru tað eisini nøkur, sum fáa sjúkur at dragast við
Í hesum samband vóru tað mong, sum harmaðist um, at likamsvenjingin, sum hevði verið fyri teimum eldru á Tjarnargarði, var hildin uppat, tí at játtan ikki fekst til ein fysioterapeut at standa fyri venjingini.
Tey løgdu eisini áherðslu á, at ein serlækni í eldrasjúkum varð settur á Landssjúkrahúsinum.
- At hava ein eldralækna á Landssjúkrahúsinum, hevur líka stóran týdning, sum at hava eina barnalækna.
Tey harmaðust eisini um, at umstøðurnar til at venjingar eftir heilabløðingar og blóðtøpp, vóru so vánaligar.
Tey mæltu eisini til, at tey eldru fingu eina fyribyrgjandi læknakanning um árið.
Hinvegin fegnaðust tey um, at ókeypis koppseting ímóti beinkrími varð sett í verk.
Pensjónin røkkur ikki til
Men politikarar fingu eisini av grovfílini.
- Var tað ikki fyri tað, at tit vóru bjóðaðir at koma í Tilhaldið, hevði eg spurt, hvat tit biltu tykkum inn at koma higar, segði ein rættiliga bersøgin Simme.
Hann vísti á, at hann og konan høvdu fastar útreiðslur til hús, olju, tryggingar, sjúkrakassar og annað upp á 15.000 krónur um mánaðin.
Tað er tað sama, sum pensjónin er.
Tá er onki roknað upp í til mat, klæði, atgongumerki, jóla-og føðingardagsgávur, okkurt atgongumerki til okkurt tiltak av og á.
- Vit liva ikki, vit yvirliva
Sostatt staðfesti hann, at tað er eyðsæð, at pensjónin røkkur slett ikki til og tað nyttar hvørki at tosa við tey okkum um Framsjón 2015 ella tosið um tjóðskaparligt og persónligt frælsi.
- Tað liva vit ikki av. Vit liva her og nú og nógv av okkum liva kanska slett ikki í 2015.
Hann helt eisini, at tað var alneyðugt at pensjónin aftur verður prístalsviðgjørd, soleiðis sum hon var fyrr.
Í sambandi við pensjónirnar, skeyt Finnur Johansen upp, at eins og hjún verða skattað hvør sær, skulu tey eisini fáa pensjón hvør sær
Tað vóru politikarar samdir í. Í øllum førum eiga eini hjún ikki at missa so nógv í pensjón, sum tey nú gera, afturímóti tí, sum einstaklingar fáa.
- Av tí, at hjún hava felagsútreiðslur, fáa tey minni í pensjón, enn einstaklingar fáa, men fleiri politikarar eru sinnaðir at hyggja upp á tað.
Tað vóru eisini teir, sum hildu, at pensjónistafeløgini eiga rætt og slætt at vera fakfelagið hjá teimum gomlu og samstundis eiga allir pensjónistar at vera limir.
Onnur hildu kortini, at tað mundi muna lítið, tí tað nyttaði lítið hjá pensjónistum at fara í verkfall....
Tað treyt annars ikki við góðum ætlanum, tá ið politikarar sluppu at siga sína meining. Pensjónirnar skuldi hækkast og skuldi ikki skerjast, tá ið pensjónistur hevði aðra inntøku. Ellis- og røktarheim og eldraíbúðir skulu byggjast í stórum stíli og nógvar milliónir skulu brúkast upp á vælferð hjá teimum eldru.
Óli Breckmann, valevni fyri Javnaðarflokkin, vísti á, at vit eiga at síggja aldurdómin sum ein samanhang, heldur enn at býta hann sundur í ávís mørk, so at tey eldru avgjørt skulu halda uppat at arbeiða, tá ið tey fylla 67.
- Teir pensjónistar, sum hava hug, eiga at sleppa at halda fram at arbeiða, uttan at missa so nógv av eftirlønini.
- Tí eiga vit at byggja heimahjálpina út, so at fólk kunnu búgva heima so leingi heima, sum gjørligt og samstundis eiga vit at hava eitt fjølbroyttari úrval av eldrabústaðum.
Hann helt, at tað er alt avgerðandi, at skipanin er so liðilig sum gjørlig, so at vit tosa um ein eldrapolitikk og ikki bara ein pensjónspolitikk.
Heðin Mortensen, valevni fyri Javnaðarflokkin, staðfesti, at í næsta valskeiði verður ongin skattalætti, tí peningurin skal heldur brúkast til vælferð.
Men hann helt eisini, at tað er alneyðugt at byggja eldrarøktina í Suðurstreymoy út við eldraíbúðum, ellisheimum og røktarheimum.
Eisini Anfinn Brekkstein, valevni fyri Sambandsflokkin, nevndi týdningin av at byggja fleiri ellis- og røktarheim í Suðurstreymoy.
Men hann nevndi eisini, hvussu stóran týdning tað hevur at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita fyri at fáa tað loyst sum skjótast.
Álvur Kirke, valevni fyri Miðflokkin, minti á, at pensjónin er ikki ein gáva frá samfelagnum, tí tað er ikki annað enn tað, sum hvør einstakur hevur goldið til samfelagið ígjøgnum lívið.
Annars segði hann, at Miðflokkurin heldur at tað er rætt at avtaka sjúkrakassan og leggja hann undir skattin og at einskilja Kringvarpið, so at tað hvílur í sær sjálvum og so at fólk ikki verða tvingað at betala kringvarpsgjald.
Finnur Helmsdal, valevni fyri Tjóðveldi vísti til viðmerkingina frá Simma og staðfesti, at hevur eitt húski fastar útreiðslur upp á 15.000 krónur um mánaðin, er tað eyðsæð, at tann tíðin er farin, har landskassin klárar at fíggja pensjónirnar.
- Tí er tað, at nógv hava sæð ljósið og eru farin at spara saman til sína egnu eftirløn og tað heldur hann vera avgerandi neyðugt.
- Tað er neyðugt, at øll spara saman til sína egnu pensjón, annars loysist tann trupulleikin ikki, legði hann dent á.
Hann vísti eisini á, at hóast fólk fara av arbeiðsmarknaðinum fyri aldur, skulu tey framvegis hava eitt meiningsfult lív og tí er tað ein høvuðsuppgáva at tryggja, at tey framvegis hava ein hóskandi bústað, hóskandi inntøku og sosialt samband og nakað at fáast við.
Men allarstørsta dentin eiga vit at leggja á at bøta um umstøðurnar at venja eldri, sum fáa blóðtøpp og heilabløðing.
Ronald Poulsen, valevni fyri Sjálvstýrisflokkin leggur áherðslu á, at pensjónin skal vera á nøktandi støði og hann tað skuldi ikki vera so, at tey, sum sjálvbodna pensjón, missa næstan allar viðbøtur.
Honum dámdi heldur ikki, at Samhaldsfasti var skattskyldugur.
Tilhaldið til eldri niðurpínt
Á veljarafundinum í Tilhaldinum í gjár, varð eisini tosað eitt sindur um, hvussu stóran týdning, Tilhaldið hevði.
Tað vóru tað fleiri politikarar, sum bóru upp á mál.
Samstundis vóru tað mong, sum harmaðust um, at fíggjarliga gávumildni ikki var líka stórt sum, valvildin annars, tí allur tann góði viljin sást ikki aftur í fíggjarligu játtanini til Tilhaldið.
Ein uppgerð vísti, at í 1998 fekk Tilhaldið 650.000 krónur og hevði 7.860 vitjandi. Tá var Tilhaldið 150 fermetrar stórt.
Í 2006 var játtanin 737.942 krónur, men tá hevði Tilhaldið fingið betri rúmd og hevði nú 546,8 fermetrar til taks.
Samstundis var talið á vitjandi hækkað upp í 11.788 vitjandi
Í 2007 minkaði játtanin aftur niður í 689.896 krónur og hevði ikki færri enn 13.000 vitjandi.
Sostatt er talið á vitjandi næstan tvífaldað og hølini næstan fýrafaldað, men játtanin er næstan tann sama