Bleyt byrjan

Í Havn verður spennandi at vita, um menningin hjá Kyndli stendur við, meðan Stjørnan og Neistin mugu roknast sum favorittar fyrsta umfarið

Hondbóltur

 

Tað er eingin ivi um, at Stjørnan longu nú verður mett sum stórfavorittur at endurvinna gullið í føroyskum kvinnuhondbólti.

Fyrsta uppgávan tykist eisini vera hampuliga yvirkomulig, hóast júst StÍF, sum er mótstøðuliðið, ofta hevur havt hug at arga lokalu Stjørnurnar í Klaksvík. Ikki minst fysiskt eigur venjingarstøðan hjá Stjørnuni tó at vera somikið góð longu nú, at StÍF kann renna seg í eina veruliga maskinu, um illa vil til. Men hinvegin ræður eisini um hjá Stjørnuni at leggja europisku uppgávurnar aftur um bak og ásanna, at tað nú heimliga kappingin, sum tað snýr seg um.

Í Runavík eigur Neistin eisini at roknast sum favorittur, tá tær vitja uppflytararnar úr Tjaldri. Tjaldur var tó bert eitt mál frá at vinna seg í steypafinaluna í fjør, og tað er eingin ivi um, at liðið í dag er nakað nógv sterkari enn tað, sum fyri tveimum árum síðani flutti úr Sunset-deildini, so tað kundi væl hent seg, Neistin fær sína sak fyri í Runavík.

Og tað sama kann VB fáa í Havn. VB er um nakað styrkt í mun til í fjør, og skulu tær avgjørt roknast sum ein av heilt seriøsu biðlunum til pláss í FM-finaluni. Men Kyndil hevði í fjør stóra framgongd, og til kappingina í vetur hevur liðið eisini fingið tilgongd av fleiri spælarum, so tað verður spennandi at síggja, hvat tær kunnu røkka í vetur.