Myndin er tilvildarlig.

Blendaður bilførari koyrdi á parkeraðan trailara

- Tað er sera umráðandi, nú sólin stendur lágt á morgni, at vera serliga ansin, tá tú merkir, at tú verður blendaður, sigur løgreglan.

Myndin er tilvildarlig.

Gjáramorgunin hendi eitt ferðsluóhapp í Suðuroy, har ein bilførari, sum varð blendaður av lágu sólini, koyrdi á ein trailara.

 

Trailarin stóð parkeraður, men var eftir øllum at døma ikki lættur at síggja í sólini.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bilførarin helst var einsamallur í bilinum, men slapp tíbetur óskalaður frá hendingini.

 

- Her var eingin persónsskaði, bara skrokkskaði, verður lagt aftrat.

 

Løgreglan vísir á, at tað er sera umráðandi, nú sólin stendur lágt á morgni, at vera serliga ansin, tá tú merkir, at tú verður blendaður.

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.