Cornelia Funke verður viðhvørt kallað týska J. K. Rowlings, og eitt er vist, hon dugir ómetaliga væl at fortelja søgur.?Tað dugir pápi gentuna Meggie eisini. Ja, hann dugir so væl, at fólk og dýr kunnu gerast livandi og koma úr søguna og liva sítt fríska lív saman við okkum øðrum.?Tað er ikki bara gott, tí pápin hevur eisini verið atvold til, at kona hansara, mamma Meggie, er horvin inn í eina søgu og er ikki sædd síðani.?So tí er hann givin at lesa søgur fyri Meggie. Kærleikan til bókina og søgurnar hevur Meggie tó varðveitt, og tá ið pápin og Meggie ein dagin fáa óvæntaða vitjan, fær søgan ferð, og tey verða vavd inn í ein sera óhugnaligan heim, sum tey onkursvegna noyðast at sleppa úr aftur, um tey ætla at tyggja lív.?
Bókin er 545 bls. og er heft við klaffum. Cornelia Funke hevur sjálv teknað permu og myndir innan. Símun av Skarði týddi úr týskum.
Bókin er vælegnað til tey 12-13 ára gomlu og eldri.