Um tíggju tíðina í gjárkvøldið fekk MRCC-støðin fráboðan um, at ein útróðrarbátur, ið var staddur vestanfyri Vágoynna, var í uppsteðgaður og hevði tørv á hjálp.
Tað vísti seg, at battaríini í akkumulatorinum vóru brostin og var tað orsøkin til, at hann var uppsteðgaður. Sostatt hevði hann tørv á sleipi aftur til eina havn.
Sum vant tá okkurt er áfatt vestanfyri sendi MRCC boð eftir Rescue Sverra, ið fór út til bátin og sleipaði hann aftur til Sørvágs.

Bleiv sleipaður til Sørvágs

