Bleiv Pál Joensen snýttur?

HM svimji-gøla: Tað er líkt til, at ávísir svimjarar hava svomið móti streyminum í HM kappingini í svimjing, sum var í Barcelona fyri kortum.

 

Heimsíðan svimjing.com hevur víst til gøluna og nú skrivar danska blaðið, Politiken, eisini um streymin ella rákið í HM svimjihylinum í Palau Sant Jordi í Barcelona.

 

Mistaki er um, at tað eru filtrini, ið skulu skifta vatnið í hylinum út, sum hava verið orsøkin til streymin ella rákið í hylinum, sum hevur órógva svimjararnar.

 

Tað eru serliga á geil 1, 2 og 3, at tað tykist at hava gjørt mun. Tá svimjararnir venda eftir 50 teir fyrstu metrarnar, so svimja teir seinni heim. Hetta sást greitt hjá Páli Joensen í finaluni í 1.500 metrum, har tíðin “heim” táttaði í eitt heilt sekund seinni enn út á 50 metra málið.

 

Politiken vísur millum annað á, at í mun til HM kappingarnar í 2009 og 2011, so blivu óvanliga fá heiðursmerki vunnin á geil 1,2 og 3 hesaferð. Faktist bara eitt heiðursmerki og tað var á geil 3.

 

Hinvegin, so blivu væl fleiri heiðursmerki vunnin á geil 6, 7 og 8, sum eru longst vekk frá rákinum í hyilinum. Í 2009 og 2011 blivu ávíkavist fimm og seks heiðursmerki vunnin á geil 6, 7 og 8, meðan heili ellivu heiðursmerki blivi vunnin á teimum geilunum í Barcelona.

 

Spurningurin er hvussu stóra ávirkan hetta hevur havt á avrikið hjá Páli, sum svam eins oftani við rákinum, sum ímóti tí. Verri er í styttri teininum, har svimjararnir ikki fáa møguleikan at svimja bæði undan og móti rákinum í hylinum.

 

Helst verður meiri at hoyra um hetta málið í næstum.

 

Heimasíðan, svimjing.com, hevur kannað málið nærri. Tað ber til at lesa greinina við at trýsta HER.