Bleiv harðligur tá hann bleiv handtikin

Ein maður dugdi eftir øllum at døma ikki at góðtóka, at hann bleiv handtikin í nátt

Seint í nátt fekk politiið trupulleikar við einum manni, sum gjørdi seg inn á tveir politistar. 

– Vit blivu biðin um at koma til eitt stað, har ein ikki dugdi at uppføra seg, og so handtóku vit hann, greiðir vakthavandi á politistøðini frá.

Men handtøkan kom ikki væl við hjá manninum. Tí mitt í øllum byrjaði hann at blíva harðligur og gjørdi seg í hesum sambandi inn á teir tveir politistarnar, sum handtóku hann.

Og tað er ikki loyvi at nýta harðskap móti tænastu fólki í tænastu.

Men tað var tó einki heilt alvorligt, og sambært meting hjá politinum nýtist ikki at framstilla mannin. Maðurin er á støðini enn, og hann kann nú bara gleða seg til eina bót.