Eftir einki stig at hava fingið í seks teimum fyrstu umførunum, hevur AB rættuliga fóta sær. Burturúr fýra teimum síðstu umførunum undan summarsteðginum var úrtøkan tíggju stig, og nú er ikki so langt frá AB og upp um niðurflytingarstrikuna.
Seint seinnapartin verður grannauppgerð uttanfyri ánna ímóti B36, sum AB flaggdagin vann fyrsta stigið ímóti við 1-1 javnleiki í Gundadali. Hesa ferð verður Dmitrije Jankovic fyri fyrstu ferð í AB miðverjuni. Hann hevur áður m. a. spælt við B36. Leivur Holm Joensen er tøkur aftur eftir leikbann, og Kári Nielsen er evni til miðvallarpláss. Síðsta hálva tíman í 3-1 heimasigrinum ímóti NSÍ var hann fyrstu ferð á AB liðnum.
Í B36 skal plássið tippast í miðverjuni eftir Martin Pedersen, sum er farin aftur til Danmarkar. Hørður Askham hevur loyst uppgávuna væl, og ein annar av ungu B36 monnunum, Robert Heðin Brockie, hevur eisini staðið seg væl, tá ið hann hevur fingið møguleikan. Tí er sannlíkt, at tað verða teir báðir, sum skulu hava Keita og hinar framrættaðu AB spælararnar í stuttum tjóðri.
Í vikuni skrivaði Evrard Blé, sum higartil í ár hevur verið í 07Vestur, undir sáttmála við B36, og hann verður fyrstu ferð í hópinum í dag.
Rasmus Dan Sørensen hevur verið smáskaddur, men annars eru allir B36 spælararnir tøkir, nú teir fyrireika seg at fara út á Argir, har AB skal spæla tríggjar tær næstu ferðirnar.
AB-B36: Lars Múller í dag klokkan 17.00