Miðvallarspælarin Evrard Ble, sum seinasta árið hevur spælt fyri Víking, heldur fram í felagnum.
Ble kom til Føroya í 2005, tá ið hann fór at spæla við VB/Sumba. Í 2007 skifti hann til AB og spældi har, til hann skifti til Víking at spæla.
Evrard Ble spældi 24 landskappingardystir fyri Víking í farna kappingarári.
Ble var í farna kappingarári eitt av álitunum á miðvøllinum, og tí er gleðiligt at staðfesta, at hann heldur fram, skrivar heimasíðan hjá Víkingi.