Ble heldur fram á Argjum

Tað hevur í vetur ljóðað, at fleiri feløg í Formula-deildini hava roynt at fingið fatur á undirskriftini hjá Evrard Ble, sum í summar skifti úr VB/Sumba til AB. Nú er tó greitt, at partarnir hava skrivað undir nýggjan sáttmála. Og uttan iva verður Ble ein týðandi partur av liðnum hjá AB, sum í 2008 skal stríðast fyri at vinna seg aftur í Formula-deildina.