Blé aftur í Effodeildini

34 ára gamli stríðsmaðurin á miðvøllinum hevur í kvøld gjørt sáttmála við føroyskt felag.

Evrard Blé er ein royndur harri í føroyskum fótbólti og hevur eftir hondini roynt eitt sindur av hvørjum. Seinnu helvt av kappingarárinum í fjør spældi hann við Giza/Hoyvík í triðbestu deildini, men nú verður hann aftur at síggja í Effodeildini.


Í kvøld er tað nevniliga vorðið greitt, at 34 ára gamli fílabeinsstrandingurin hevur gjørt sáttmála B68, har hann eisini spældi í 2014. Tá spældi hann við í 21 dystum og legði eitt mál eftir seg.


Evrard Blé, sum kom til Føroya í 2005, hevur áður eisini umboðað VB/Sumba, AB, Víking, 07 Vestur, B36, KÍ og Giza/Hoyvík.