FIFA-forsetin, Sepp Blatter, sum mangan hevur verið í andglettinum, setir nú fram uppskot um tal av liðum í fremstu fótbóltsrøðunum. Ein vaksandi trupulleiki hevur verið, at bestu spælararnir spæla alt ov nógvar dystir, samstundis sum ein tøtt dystarskrá gera umstøðurnar hjá landsliðsvenjarum alt truplari. Tí vil Blatter hava, at talið av liðum í fremstu deildunum í mesta lagi skal vera 18 frá kappingarárinum 2007/08. Eitt nú í Onglandi, Spania, Italia og Fraklandi er talið í dag 20.









