FIFA FORMAÐUR
Mest útskeldaði og kriminaliseraði maðurin í heiminum seinastu vikurnar hevur verið formaðurin í FIFA, sveisarin Sepp Blatter. Fyrrverandi aðalskrivarin í FIFA, sum gjørdist formaður, tá gamli formaðurin legði frá sær, hevur m. a. av eftirmanninum í aðalskrivarastarvinum, fraklendinginum Michel Zen?Reeffinén, verið lagdur undir fíggjarligan undandrátt, mutur, vanvirðing fyri fólkaræðinum, at arbeiða aftan stongdar dyr í staðin fyri at vera opin og reiðiligur og annað, sum avgjørt ikki hóskar til formannin fyri altjóða fótbóltssamtakinum.
Men hóast alt hetta, so megnaði sveisarin at endurvinna formansstarvið. Av teimum 195 atkvøðunum á aðalfundinum mikudagin fekk hann 139, meðan mótvalevnið, Issa Hayatou úr Cameroun, fekk 56 atkvøður. Hetta var ein dygg álitisváttan á formannin og ein misálitisváttan til teir, sum hava lagt nógv fyri í royndini at fáa formannin frá.
Millum hesar er formaðurin í europeiska fótbóltssamtakinum, UEFA. Hann eitur Lennart Johansson. Sviin, sum fyri fýra árum síðani royndi at gerast FIFA formaður, er sera upproyttur eftir miseydnaðu royndina at skifta FIFA formannin út. Fleiri europeisk lond atkvøddu fyri Blatter, og tað hevur havt við sær, at Lennart Johansson, sum fyri kortum er endurvaldur til UEFA formann í fýra ár afturat, vil hava felagsskapin hjá sær at geva sær eina álitisváttan. Um hann ikki fær hesa álitisváttanina, so ætlar hann sær frá.
Føroyar ímóti
Franski aðalskrivarin í FIFA fer neyvan at halda fram í sínum starvi. Hann staðfestir eftir miseydnaðu royndina at skifta formannin út, at millum stuðlarnar hjá Blatter er nógvar smáar og nógvar fátækar fótbóltstjóðir. Fraklendingurin heldur, at tað hjá hesum tjóðunum telur meiri, at Blatter hevur syrgt fyri, at tær fáa 250 túsund dollar í stuðli frá FIFA um árið, enn at tað er skil í fíggjarligu viðurskiftunum, og at alt gongur regluliga fyri seg í FIFA.
Á fundunum undan atkvøðugreiðsluni nýtti FIFA formaðurin alt sítt vald. Hann gav bara teimum orðið, sum tóku undir við honum, og hann gjørdi alt fyri at skúgva burtur ákærurnar ímóti honum. Tá valið var av, vildi hann snildisliga hava luttakararnar at reisa seg, taka í hondina á hvørjum øðrum og harvið at geva til kennar, at øll vildu arbeiða heimsfótbóltinum til besta. Tað líkaði ikki øllum eins væl, men tey reistust kortini.
Føroyar teljast millum smáu FIFA limalondini, og fíggjarstøðan hjá FSF er einki serlig. Dánial Andreasen, formaður, Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini, og Ísak Mikladal, aðalskrivari, eru føroysku umboðini á FIFA aðalfundinum. Teir atkvøddu fyri Issa Hayatou.
FSF formaðurin segði eftir atkvøðugreiðsluna við útvarpið, at teir á fundum millum UEFA londini undan aðalfundinum vórðu sannførdir um, at tað var neyðugt at skifta formann.
Danska fótbóltssamtakið, DBU, atkvøddi fyri Blatter. Formaðurin, Allan Hansen, segði sambært Ritzau eftir atkvøðugreiðsluna, at teir ikki kendu seg sannførdar um, at afrikanska valevnið var nóg álitisvekjandi at loysa Blatter av. At DBU ikki atkvøður sum grannalondini er komið fyri áður. Tá Lennart Johansson royndi at gerast formaður í FIFA, atkvøddi DBU fyri Sepp Blatter.
Allir luttakararnir á FIFA aðalfundinum eru bjóðaðir at vera við til fyrsta dystin í HM endaspælinum, sum varð leiktur á miðdegi fríggjadagin. Eftir tann dystin koma føroysku umboðini aftur til Føroya.